Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr tey fimm málini og fegnar steypafinaluklárar B68-arar

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum fimm málunum, ið komu í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á Svangaskarði á Toftum, ið EB/Streymur vann 3-2 á B68. B68 vann tó ein samlaðan 5-3 sigur. Hoyr Jóan Paula taka samanum eina spennandi og dramatiska hálvfinalu, har støðan ta einu løtuna var 3-1 til EB/Streym. Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðformannin, Aleksandur Ó. Jensen, Villiam Klein og høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg, ið fegnast stórliga um finaluplássið, har teir halda seg hava ein møguleika. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við Sigfríð S. Clementsen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi sum heldur, at EB/Streymur fekk onkra avgerandi døming ímóti sær við støðuna 3-1 til EB/Streym.

Myndir: Trygvi Absalonsen