Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ótrygd hjá journalistum í Gaza

Tað er vorðið alsamt vandamiklari hjá journalistunum, ið reikast í Gaza. Nú ávarar Ísraelska verjuverkið Reuters og AFP, aftaná at teir hava søkt um trygdarskjól fyri tierra journalistar. Verjuverkið sigur, at teir kunnu ikki garantera fyri trygdini hjá journalistum teirra

Í vikuni skrivaðu bæði Reuters og AFP til ísraelska verjuverkið, The Israel Defense Forces (stytt: IDF, red.), við eini umbøn um trygdarskjól fyri journalistar teirra. IDF sigur nú, at teir kunnu ikki garantera fyri trygdina hjá hesum somu journalistum, tá teir skjóta eftir yvirgangsbólkinum Hamas. Hetta skrivar ísraelski miðilin The Jerusalem Post í dag.

Gaza, ið er eitt landaøki í Palestina, er hart rakt av yvirgangsbólkinum Hamas. Hamas hevur verið undir hørðum trýsti av IDF síðani 7. oktober, tá yvirgangs- og hópdrápsmenn úr Hamas rendu seg gjøgnum Gazageiran og inn í Ísrael og drópu umleið 1.400 ísraelar. Heilsumálaráðið í Gaza sigur, at sambært teirra upplýsingum eru umleið 7.000 fólk dripin av ísraelskum álopi.

IDF sigur, í brævinum teir hava sent til Reuters og AFP, at teir fara eftir øllum Hamas militerøkjum í geiranum. Eisini siga teir, at tað er tilvitað, at Hamas setur alt sítt virksemi har, ið flest sivilfólk eru stødd. Herundir eisini journalistar.

 A graffiti for the release of  Israelis held hostage by Hamas terrorists in Gaza, in the northern Israeli city of Haifa, October 27, 2023 (credit: SHIR TOREM/FLASH90)
Eitt grafitti málarí av Ísraelskum gíðslum, ið yvirgangsbólkurin Hamas heldur til fanga. Hetta er tikið í Haifa í dag. Haifa. – Myndaeigari: Shir Torem / FLASH90.

Undir hesum umstøðunum kunnu vit ikki garantera fyri trygdini hjá starvsfólki tykkara. Vit viðmæla tykkum á allan hátt at taka hædd fyri trygdini hjá teimum, stendur at lesa í brævinum hjá IDF, at enda.

Sambært ísraelska stórmiðlinum, hevur Hamas ikki viðmerkt, tá teir eru spurdir um hvørt teir tilvitað sett teirra operativu krígsøkir nærhendis journalistunum í Gaza.

Reuters skrivar, at teir kunnu ikki vátta, hvussu nógvir journalistar og tíðindastovnar, ið eru staddir í Gaza, hava móttikið sama bræv. IDF hevur ikki havt nakra viðmerking til tann spurningin.

Les eisini...  Rektarin á Glasi: Talan er ikki um burturvísing

Reuters og AFP stúra nógv fyri teirra journalistum

Bæði Reuters og AFP vátta, at teir stúra seg nógv fyri trygdini hjá teirra journalistum í Gaza. Í aftursvarið til IDF, skriva miðlarnir millum annað soleiðis: – Støðan er lívshættislig og IDF vilja ikki geva okkum trygdarskjól og hetta forðar almenninginum at fáa feskastu tíðindini úr Gaza.

Vit eru í eini sera harmiligari støðu. Tað er týdningarmikið at fólk skilja, at tað er ein stórur bólkur av journalistum, ið arbeiða í sera vandamiklum umstøðum, sigur stjórin í AFP Global News, Phil Chetwynd, í viðmerking til The Jerusalem Post.

Felagsskapurin The Committee to Protect Journalists (stytt: CPJ, red.) sigur, at í minsta lagi hava 27 journalistar latið lív síðani kríggið byrjaði. Flest teirra lótu lív í Gaza, men eisini í Ísrael og suðurpartinum av Libanon. Sambært CPJ og teirra feskastu dagføringum, er her talan um 22 palestinar, fýra ísraelar og ein libanesa.