Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nexum kappast í dag

Bólkurin, Nexum, úr Runavíkar kommunuskúla, ið vann SkúlaFM, kappast í dag um danmarksmeistaraheitið í íverksetan

Fýra næmingar úr Runavíkar skúla umboða Føroyar í kappingini um danmarksmeistaraheitið, sum er í Koldingshus í Kolding í dag.

Next Level er kappingin, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, umframt umboð úr Føroyum og Grønlandi, sum í dag kappast um at vinna danmarksmeistaraheitið í íverksetan.

Bólkurin, Nexum, vann SkúlaFM 2024 við hugskotinum at gera eina, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði.

Tey, sum manna Nexum, eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærararnir hjá teimum eru Súsanna Brekkum og Fróði Hansen.

Klokkan 13 í dag er greitt, hvørjir fýra bólkar koma víðari, ið so skulu leggja sítt uppskot fram á høvuðspallinum, og umleið klokkan 15 í dag verður greitt, hvør vinnur Next Level-kappingina.

Í fjør gjørdist íverksetarabólkurin Wull – eisini úr Runavíkar kommunuskúla – nummar tvey í hesi somu kapping, sum høvdu ment eina ulla-rullu og ulla-haldara, ið kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur.

SkúlaFM er íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Nexum fyrireikar seg til framløgu sína (Mynd: Íverksetarahúsið)