Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hóttir við arbeiðssteðgi

Felagið lýsir arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á sáttmálaøkinum, har sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er galdandi, leggur Løgtingið seg upp í sáttmálatrætuna

– Um tú, sum løgmaður, eisini umboðandi Fíggjarmálaráðið, á nakran hátt ger teg inn á avtaluna við at bera eitt lógaruppskot í Løgtingið fyri at styrkja egnu forhandlingstøðu, sær Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar seg ikki bundnan av avtaluni longur og lýsir arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á sáttmálaøkinum, har sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er galdandi.Verkfallið traðkar í kraft í tí løtu, tað verður lýst.

Soleiðis skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar í brævi til Aksel V. Johannesen, løgmann, í morgun, nú tingið verður kallað saman fyrrapartin at viðgera sáttmálatrætuna.

– Myndugleikarnir eru ikki áhugaðir í nakrari semju. Teir eru áhugaðir at buka sjúkrarøktarar upp á pláss við at brúka Løgtingið til at gera tað, so nú má leikur bara fara sum hann ger. Eg havi einki hoyrt frá nøkrum, sigur Óluva í Gong við Kringvarpið í morgun.

Hon sigur, at verður Løgtingið kallað saman og lóggevur uppskot um at leggja seg upp í sáttmálatrætuna, so verður lóggivið sterkt ímóti okkara vilja, sigur Óluva í Gong.

Politiska skipanin stendur til reiðar at leggja uppí verkfallið. Løgtingsfólk hava fingið boð um at møta til tingfund klokkan 11:30 fyrrapartin í dag.

Við Kringvarpið í gjárkvøldið segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at samgongan er samd um at leggja uppí verkfallið við lóg, gerst tað neyðugt.

Tingfundur verður klokkan 11.30 í dag, har framløga verður á skránni.