Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vit keypa færri bilar

Tað eru innflutt 158 færri nýggj akfør í ár – í mun til sama tíðarskeið í fjør

Tað eru 1.792 akfør skrásett higartil í ár. Tað eru 158 akfør færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 1.950 akfør vóru innflutt.

Afturgongdin er 8,10 prosentsstig.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Akstovuni.

Higartil í ár eru 224 brúkt akfør innflutt – í mun til 230 akfør sama tíðarskeið í fjør.

Tað er ein afturgongd upp á 2,61 prosentsstig.

Tó eru fleiri brúkt akfør innflutt í oktober í ár, enn í fjør. Í oktober í ár eru 37 brúkt akfør innflutt, meðan hetta talið var 19 í oktober í fjør. Broytingin er 18 akfør.