Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Erdogan sagt alt samband við Netanyahu frá sær

Ísrael, Hamas, Gaza og Palestina. Helst mest umtalaðu evni í samfelagskjakinum, nú um dagar. Fleiri statsleiðarar koma fram við síni hugsan og agera hareftir. Í dag hevur Erdogan, forseti í Turkalandi, strikað Netanyahu, forseta í Ísrael, úr sínari kontaktbók

Sambært brúkaranum hjá turkiska uttanríkisráðnum á miðlinum X (fyrr: Twitter, red.), er Benjamin Netanyahu, forseti í Ísrael, ikki longur samstarvsfelagi hjá Turkalandi. Turkiski sendimaðurin í Ísrael er tikin heim til Turkalands, orsaka av støðuni og áhaldandi álopunum frá ísraelska verjuverkinum.

Sambært Ekstra Blaðnum, sigur Erdogan, í einum víðarigivnum boðum til miðlaskrivstovu hansara, at sambandið millum hann og Netanyahu, er stegðað. Hetta er av somu omanfyrinevndu orsøkum.

– Netanyahu er ikki longur ein samtalufelagi fyri okkum. Á ongan sum helst hátt. Vit hava steðgað øllum sambandi við hann, sigur Erdogan við sítt miðlafólk.

Sambært tíðindastovninum dpa, sigur Ekstra Blaðið, at Turkaland tó ikki brýtur tað diplomatiska sambandið við Ísrael, hóast Turkaland gevur Ísrael alla ábyrgd og skyldu av støðuni í Gazageiranum.

Hóast hálvkryptisk boð, har ongin í veruleikanum veit, hvat brotna sambandið partanna millum merkir, so skal ein ikki leita langt aftur í søgubøkurnar fyri at staðfesta, at sambandið millum Ísrael og Turkaland hevur mangan siglt harðbalaðan sjógv.

Yvirgangsbólkurin í Palestina, Hamas, hevur dripið omanfyri 1500 fólk í Ísrael, síðani 7. oktober í ár. Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza, hevur Ísrael dripið gott 9000 fólk í teirra atsóknum.