Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stuðulin til Ukreina minkaður

Nú hevur bardagin millum Ukreina og Russland staðið á, í skjótt tvey ár. Mong eru londini ið hava stuðlað, men stuðulin er alsamt minkandi

DR vísti í gjárskvøldið á eina áhugaverda kanning frá Kiel Instituttinum (Kiel Institute for the World Economy), sum vísur á minkandi stuðul til Ukreina. Kiel Instituttið vísur á, at tendensurin er týðiligur: viljin til at stuðla krígsrakta landinum, er minkaður nógv.

Um ikki peningaliga, so eru almennu útsagnirnar um stuðul til Ukreina minkaðar sera nógv.

Frá august til september í ár, hava tey lond, ið hava alment víst stuðul til Ukreina, lovað hjálparpakkar til Ukreina til eitt samlað virði á 2,11 milliardir evrur. Hetta svarar til umleið 15,75 milliardir danskar krónur. Sambært DR er hetta ein lækking á næstan 90 prosent, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Christoph Trebesch, leiðari í Ukreina stuðlagranskingini á Kiel instituttinum, sigur soleiðis, sambært Danmarks Radio: – Okkara hagtøl geva okkum ein greiða ábending um ein afturhaldandi stuðulsatburð, seinastu mánaðirnar. Ukreina er meir og meir bundið at stuðli frá kjarnudonorum.

Peter Viggo Jakobsen, ið er lektari á Institut for Strategi og Krigsstudier á Forsvarsakademiet, er eisini svartskygdur í sínum útmeldingum. – Tað er byrjanin uppá ein tendens, ið vísur, at summi lond ynskja ikki vera við í stuðulsgongdini meira.

– Uttan stuðul, so fer Ukreina at tapa. Tey kunnu ikki klára seg einsamøll. Tað hevur allatíð verið USA, við støðugari hjálp frá EU, sum hevur hildið hondina undir Ukreina, leggur lektarin afturat.

Meir kann lesast um hetta málið her.