Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

12 fyrstu viðgerðir í Løgtinginum í dag

Broytingar í ferðslulógini, verja ófødda barnið og oljuleiting eru nøkur av málunum, ið eru á skránni í dag

Nú klokkan tíggju byrjaði tingfundur í Løgtingum, sum skal fáa nógv mál frá hondini, innan Løgtingið fer í páskaferiu.

Í dag eru nakrar broytingar í ferðslulógini á skránni, umframt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

Eisini leggur Miðflokkurin í dag eitt uppskot fram um at verja tað ófødda barnið.

Til ber at fylgja við í Tingvarpinum her.

Skráin fyri tingfundin í dag sær soleiðis út:

13. viðgerð LM-052/2023 – Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne (ajourføring)
21. viðgerð LM-081/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
31. viðgerð LM-103/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)
41. viðgerð LM-095/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum (Peningur til jarðfrøðiligar kanningar heldur enn umhvørvisárinsmetingar)
51. viðgerð LM-097/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
61. viðgerð LM-098/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
71. viðgerð LM-104/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)
81. viðgerð LM-112/2023 – Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið
91. viðgerð LM-109/2023 – Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2024 (Vegskattur og viðlíkahald av landsvegum)
101. viðgerð LM-111/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Vektgjald fyri allar persónbilar)
111. viðgerð LM-110/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur fyri samsýning fyri hjálpararbeiði við kirkjuligum, manngóðum ella alment gagnligum endamáli)
121. viðgerð LM-113/2023 – Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2023 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2023
13Framløga