Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ-ævintýrið fjaraði út móti koronaliðnum

Skuldi KÍ víðari, so var sigur eitt krav móti Slovan Bratislava, men hóast góða byrjan, so var tað útiliðið, ið vann dystin 2-1, og harvið endaði frálíka KÍ-ævintýrið fyri í ár

KÍ 1 – 2 Slovan Bratislava

(Tórsvøllur): Vinn ella forsvinn!

Tað var greitt áðrenn dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, ið KÍ skuldi vinna, skuldi KÍ gera sær nakrar vónir at koma víðari úr bólkaspælinum, eins og venjarin, Magne Hoseth, og KÍ-spælararnir hava sagt í alt heyst.

Móti Ljubljana sóu vit, at KÍ leyp á við høgum trýsti frá fyrsta bríksli, og soleiðis byrjaði KÍ aftur dystin hesa ferð, og tað loypti hvøkk á útiliðið – koronuliðið, Slovan Bratislava – sum eins og Ljubljana ikki hóvaði hesa byrjan.

Fyrstu løtuna av dystinum var tað KÍ, sum kom til málmøguleikarnar, so tað var í tráð við leikgongdina, at KÍ legði seg á odda eftir 17 minuttum, tá Vegard Forren, deiliga einkult, sendi ein langan bólt frameftir, har slovakisku miðverjararnir ikki sóu alt ov hepnir út í støðuni. Mads Mikkelsen var farin til stroks, og hann kundi – kanska eitt sindur heppið – temja bóltin, trekkja framvið kanadiska landsliðsmálverjanum, Milan Borjan, sum millum annað hevur staðið í mál fyri Reyðu Stjørnu – ella rættari sagt FK Crvena Zvezda – og í málið, 1-0 til KÍ!

Hetta hóvaði hvørki kanadiska málverjanum av serbiskari ætt, ið skeldaði sínar miðverjar út, og við síðulinjuna rópti og geylaði Vladimir Weiss, eldri, at nú máttu spælararnir taka seg saman og koma inn í dystin.

Nú vaknaðu Slovan-spælararnir, ið virkaðu meira ágrýtnir og settu meira ferð á álopsspælið, og nú sá útilið brádliga meira vandamikið út.

Men KÍ helt seg heldur ikki aftur. Hetta var ikki KÍ í Evropa, eins og vit hava sæð fyrr í ár, har liðið hevur liðið øgiliga djúpt og vart fyri. KÍ leyp á við fleiri monnum, men hetta hevur so við sær, at verður bólturin mistur langt uppi á vøllinum, so kann tað ganga skjótt hinvegin.

Les eisini...  FM1 sunnudagin: Landsdystarupptakt frá klokkan 15 - Beinleiðis frásøgn klokkan 17 Føroyar-Moldova

Miðskeiðis í hálvleikinum missir KÍ bóltin, og so ger Slovan skjótt av. Ein tilvildarligur bóltur, sum KÍ-verjan ikki heilt fær ruddað burtur, endar við, at stóra stjørnan hjá Slovan og liðskiparin, Juraj Kucka, kemur sær í eina góða støðu, og hann smekkar bóltin í KÍ-málið, aftanfyri ein prísgivnan Jonathan Johansson í málinum, og so var 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki sást, at Slovan-spælararnir tóktust vera nøgdir við støðuna, við javnleikin, tí tað allarhelst hevur við sær, at Lille og Slovan Bratislava koma víðari úr bólkaspælinum – tó so, so lúrdi útiliðið eftir at fara í mótálop, tá møguleikin bjóðaði seg.

Tá ein tími var leiktur av dystinum vinnur Slovan-spælari bóltin á miðjum vølli. Bólturin verður spældur út á vinstra vong, har Alaksandar Cavric setti ferð á. Komin aftur til baklinjuna, so leggur hann bóltin útfrá til sín liðskipara, Juraj Kucka, og hann ger ikki mætari enn at skjóta bóltin í KÍ-málið.

2-1 til útiliðið, og ein køld spann av vatni í høvdið á KÍ-spælarunum, og ikki mongu norðoyingarnir, sum tó vóru møtt upp til dystin í kvøld.

Nú hevði Slovan dystin júst har, teir vildu hava hann. Ein eyka miðverji varð skiftur inn, so nú skuldi bindast um heilan fingur.

KÍ royndi at leypa á, og har spurdust eisini nakrir málmøguleikar burturúr – tó at tað ikki gjørdist heil vandamikið.

Restina av tíðini royndu spælararnir á útiliðnum at spilla tíðina sum frægast. Ofta lógu teir meira enn gott var, men tað riggaði til fulnar, tí KÍ misti so við og við rútmuna í álopsspælinum.

Les eisini...  Wenzel umboðar nú heimsins mest selda elbilamerki

Tíðin fjaraði spakuliga út, og eisini seinasta vónin at halda lív í vónini at koma víðari úr bólkaspælinum.   

Ein keðiligur endi á hesum frálíka ævintýrinum, sum KÍ hevur verið í úti í Evropa í ár, har KÍ-bragdið er farið avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin, og so er spurningurin, hvørt vit aftur fara at uppliva eitt tílíkt ævintýr aftur í føroyskum fótbólti, tí hetta KÍ-liðið hevur verið nakað heilt serligt, men nú eru broytingar á veg. Spælarar fara og aðrir koma til, og nú snýr tað seg um at stykkja eitt lið saman í Klaksvík, sum aftur fær okkum at droyma um evropeiskt bólkaspæl.

Only time will tell…