Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester United stríðist at finna stevið

Manchester United hevur enn ikki megna at funnið góða stevið undir Erik Ten Hag. Í dag taptu reyðu devlarnir 1-0 á Newcastle

Tað var á St. James’ Park, at liðini bæði løgdu nógv fyri, fyri at halda fast í hinum toppliðnum. Newcastle kom frá byrjan sum eitt satt ódnarveður fyri teir reyðu úr Manchester.

Málverjin hjá United, Andre Onana, skal prísa seg lukkuligan, at tað ikki gjørdist 1-0 til Newcastle eftir minni enn 10 minuttir. Í eini hornasparkstøðu kom hann illa út, men lukkutíð fyri hann, fingu Newcastle ikki hol á.

Áhaldandi verjufeilir og vánaligt samskifti í verjuni gjørdu, at fáa minuttir seinni, mundu Diogo Dalot og Onana aftur gjørt tað soleiðis, at Newcastle fekk hol á. Dalot fekk tó sent bóltin vekk úr vanda.

Tað var tó ikki heilt uttan royndir, at United stríddist hendan dystin. Tað tók teimum 12 minuttir at fáa fyrsta møguleikan, men við hepnum fótspæli, fekk Nick Pope, málmaður hjá Newcastle, steðga royndini hjá Garnacho. Hetta skuldi vísa seg at vera størsti møguleiki hjá United í øllum dystinum.

Seinni hálvleikur var eins og fyrri. Newcastle átti spælið og komu út í seinna hálvleik sum eitt satt ódnarveður, enn einaferð. Ein serdeilis vánalig avlevering frá Luke Shaw varð sektað, tá stórspælandi Trippier setti eina flata avlevering inn til Anthony Gordon, ið púra óvardur og fríur, setti bóltin lætt inn í netið hjá útiliðnum.

United fingu eitt mál, men tað varð kolldømd, tá verjuleikarin Harry Maguire var rangstaddur. United royndi her eftir at koma framum, men til fánýtis. Lítið og onki fingu teir reyðu devlarnir burturúr.

Eftir dystin hevur Newcastle yvirhálað Tottenham og liggja teir nú á fimta plássi. Tottenheim skal spæla móti Manchester City í morgin.

Les eisini...  Video: Vestmenningur skipari á nýggjasta reikferðaskipinum hjá Cunard Lines

Við tapinum vórðu United sendir niður á sjeynda pláss.