Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Døturnar yvirtaka handilin

Allar fimm døturnar hjá Kára Árting hava arbeitt í bókhandlinum hjá honum. Tvær teirra fara nú at yvirtaka handilin

Í mong ár hevur Kári Árting rikið bókhandil í SMS. Nú er royndi bókhandlarin í Rit & Rák farin at fyrireika eitt ættarliðsskifti. Tað liggur nevniliga í kortunum, at tvær av døtrum hansara, Sóleyð Hansen og Rakul Árting, yvirtaka handilin.

Eftir aðalfundin fyrst í komandi ári verður greitt, hvussu skiftið verður.

Tað verður neyvan ein kollveltandi broyting, tí Sóleyð og Rakul hava átikið sær alsamt størri part av dagliga rakstrinum. 44 ára gamla Sóleyð er dagligur leiðari í Rit & Rák, og 34 ára gamla Rakul er tann roynda alt-møguligt-kvinnan, sum kennir hvønn krók í handlinum.

Burtur í 20 ár
Kári Árting hevur fimm døtur. Allar eru vaksnar upp við bókhandlinum og hava starvast har eftir skúlatíð. Eisini Sóleyð. Seinni fór hon í bankalæru og var heilt burtur frá bókhandlaraverðini í 20 ár. Í 2021 segði hon bankastarvið frá sær og bleiv dagligur leiðari í Rit & Rák.

– Vit hava onkuntíð tosað um, at eg skuldi gerast partur av handlinum. Og nú var eg til reiðar, sigur Sóleyð við SMS-blaðið.

Rakul hevur útbúgving sum bókhandlari og var bara 13 ár, tá hon fekk sín fyrsta lønarseðil í bókhandlinum. Hesi jólini stóð hon uttan fyri handilin og pakkaði gávur inn. Síðani fekk hon aðrar uppgávur og lærdi allar partarnar av handlinum at kenna. Men hon hugsaði avgjørt ikki tá, at hetta skuldi vera hennara lívsstarv.

– Nei, faktisk ikki. Eg havi altíð sagt, at tað verður tað ikki. Men eg veit ikki…eg endi allatíðina aftur her. Hetta er eitt heilt serligt umhvørvi – kundarnir, handilin, ja alt arbeiðið her. Tú hittir nógv fólk og upplivir nakað nýtt hvønn dag, greiðir Rakul frá.

Les eisini...  Laurie Cunningham lat lív

Les alla greinina í nýggja SMS blaðnum ella á sms.fo her.