Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kristoffer Kvistgaard ársins venjari      

Gullvenjarin hjá KÍ fekk fult stigatal við KÍ í Betri Deildini hjá kvinnum

21 dystir og 21 sigrar.

Føroyameistararnir úr KÍ hjá kvinnum skaraði heilt framúr í ár, og liðið fekk 63 stig út av 63 møguligum.

Venjarin hjá KÍ er danin Kristoffer Kvistgaard, so tað var kanska givið upp á forhond, at hann skuldi gerast ársins venjari, sum hann eisini bleiv, men við einum heldur óvæntaðum, men púra uppibornum steypasigri, so gav Allan Dybczak, venjari hjá NSÍ honum skarpan gang.

Men stendur tað til gullvenjaran, so skal KÍ aftur enda ovast á toppinum komandi ár.

– Eg havi sáttmála við KÍ eisini næsta ár, og vit hava ambitiónir at gera tað eins gott sum í ár, sigur Kristoffer til Fótbóltsgalla 2023.

Ársins venjari í Betri Deildini hjá monnum gjørdist gjørdist KÍ-venjarin, Magne Hoseth, og tað noyðist kanska eingin grundgeving, hví tað gjørdist júst hann, ið vann heitið sum ársins venjari í bestu mansdeildini.