Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Odmar ársins verjuspælari og ársins landsliðsspælari

– Persónliga havi eg havt eitt gott kappingarár. Eg havi verið heppin, at eg ikki havi havt nakrar stórvegis skaðar í ár.

Tað sigur ársins verjuspælari 2023 hjá monnum, Odmar Færø, sum umframt at gerast ársins verjuspælari eisini gjørdist ársins landsliðsspælari.

Onkur skemtaði við, at Odmar gjørdist toppskjútti á landsliðnum í ár við einum máli, sum hann fekk móti Albania á Tórsvølli í summar.

– Ja, onkur hevur prikað eitt sindur við tí, men so eru tað eisini summi, ið hava prikað meg við, at eg skal sleppa mær av við armarnar, sigur Odmar.

Í ár eru tvey brotsspørk dømd ímóti Føroyum, har bólturin er komin á armin á Odmari. Hetta hendi í landsdystinum úti móti Póllandi, umframt í útidystinum móti Kekkia.

Birita Ryan er ársins verjuspælari hjá kvinnum í ár

Ársins verjuspælari 2023 hjá kvinnum er Birita Ryan úr KÍ.

– Vit fara eftir greipuni komandi kappingarár, tí tað kiksaði í ár móti NSÍ í steypafinaluni, sigur hon.

Hon vísur á, at hóast KÍ-liðið bert hevur latið fýra mál inn í landskappingini í ár – harav tað eina var eitt sjálvmál, so hevur liðið fingið mótstøðu.

– Men eg haldi, at vit hava verið sera stinnar í verjupartinum í ár, sigur Birita Ryan.

Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum gjørdist KÍ-málverjin, Óluva A. Joensen.