Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggi hjálparvenjarin hjá B68: – Ein heiður at hjálpa Jákupi á Borg

Í vikuni gjørdist greitt, at André Olsen, ikki heldur fram sum hjálparvenjari hjá B68. Vit hava sett nýggja hjálparvenjaranum stevnu

B68 skuldi ikki leita leingi, áðrenn teir funnu ein hóskandi avloysara fyri André Olsen, ið hevur verið hjálparvenjari hjá B68 seinastu tvey árini. Nýggi hjálparvenjarin verður Jákup Reinert Højgaard, ið er 22 ára gamal og er av Saltnesi. Hann er giftur Ranvá úr Klaksvík og saman búgva tey í Syðrugøtu, men flyta til Klaksvíkar í næstum, har tey hava keypt íbúð.

Tá Jákup gavst at spæla fótbólt í 2022, gjørdist hann høvuðsvenjari hjá 2. deildarliðnum hjá B68. Her gekk væl, tí teir fluttu upp í 1. deild. Í 1. deild var hann eisini høvuðsvenjari. Nú hevur hann skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, sum hjálparvenjari hjá besta mansliðnum.

Hevur áður hjálpt við videogreining og tílíkum
– Øssur Hansen var venjari hjá besta mansliðnum, tá eg gjørdist venjari hjá liðnum í 2. deild. Tá plagdi eg at hjálpi honum við videogreining. Eg skuldi finna tilfar um mótstøðuliðini og hyggja eftir, hvussu eitt nú teirra uppsæl var, sigur Jákup. Hann leggur afturat, – Tá Jákup so gjørdist venjari hjá besta mansliðnum, slapp eg at halda á fram við tí, undir honum.

Hjálparvenjarin sigur okkum, at hann og Jákup á Borg eru nakað ymiskir. Hjálparvenjarin dámar serdeilis væl at nørdast niður í smálutir – kanska er tað tí, at boð vóru eftir hansara analytisku evnum.

– Eg havi allatíð havt sera gott samstarv við Jákup á Borg. Tað, at vit eru so ymiskir, ger, at vit komplimentera væl hvønn annan.

Tilgongdin til hjálparvenjarasessin
Fyri nøkrum vikum síðani, frættist, at B68 stóð til at missa André Olsen sum hjálparvenjara. Hetta varð staðfest í vikuni. Vit spyrja unga hjálparvenjaran, hvussu hann varð spurdur.
– Høvuðsvenjarin vildi øgiliga gjarna hava meg at hjálpa. Tað var stórt, at yvirhøvur vera umhugsaður av eini so stórari kempu í føroyskari fótbóltssøgu, sigur ein smílandi Jákup Reinert Højgaard. Hann leggur afturat, at hann fer at hava yvirskipaða ábyrgd av defensiva spælinum. – Eg fari at arbeiða mest við defensivt arbeiði, men sjálvandi fara tingini gjøgnum høvuðsvenjaran. Tað er ein konstant sparring og tilrættalegging millum okkum báðar, leggur nýggi hjálparvenjarin afturat.

Les eisini...  Tvey hálkuóhapp seinasta døgnið

Menn eru loyalir og lagið er gott
Flest øllum kunnugt, hevur B68 siglt tungan sjógv, hvat tí fíggjarliga viðvíkur. Hetta er ikki nakar snávisteinur, tí í B68 vísa menn seg sum loyalar og við gott mót, sigur nýggi hjálparvenjarin.
– Menn eru við gott mót, hóast fíggjarligt stríð. Leikararnir fingu at vita í summar, at teir ikki fóru at fáa løn næstu tíðina. Hetta var meðan flytingarvindeygað var opið, og tað stóð øllum í boði, at fara víðari. Ongin av okkara monnum valdu at fara, men trúðu uppá prosjektið og vóru verandi. Loyaliteturin fór ongan veg, sigur ein errin hjálparvenjari við FM1. Hann leggur afturat, at lukkutíð fingu allir leikarar lønin goldna við afturvirkandi kraft, vikuna áðrenn steypafinaluna. B68 tapti steypafinaluna móti HB, eftir brotssparkskapping.

Vil ikki siga ov nógv um tilgongd
Vit spyrja nýggja hjálparvenjaran, hvat hann kann siga okkum um tilgongd til komandi kappingarár.
– Okkurt hyggja vit eftir. Tað verður onkur tilgongd, vónandi einir 2-3 leikarir afturat.

Tá vit spyrja Jákup, um hvat fyri pláss á vøllinum, teimum manglar styrk, ynskir hann ikki at viðmerkja.

Jákup Reinert Højgaard hevur UEFA B prógv. Hann sigur okkum, at ætlanin er at fara undir UEFA A útbúgvingina einaferð í framtíðini, men veit ikki heilt nær. Umframt starvið sum hjálparvenjari, hevur Jákup fulltíðarstarv.

Her sæst sjónbandsbrot, har B68 kunnger nýggja hjálparvenjaran.