Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samband millum Nottingham Forest og Arsenal

Tann 11. desember 1886 spældi Arsenal fyrsta dystin nakrantíð, tá liðið vann 6-0 á Eastern Wanderers á einum vølli í Isle of Dogs í London, men tá kallaðist felagið fyri Dial Square FC.

Í oktober sama ár stovnaðu nakrir verkamenn frá Dial Square-verkstaðnum nær við Royal Arsenal, sum liggur í Landsynningslondon, fótbóltsfelagið Dial Square Football Club. Millum stovnararnir vóru skotin David Danskin, sum var liðskipari í dystinum ímóti Eastern Wanderers og sum eisini hevði keypt fyrsta bólt felagsins, og eingilskmenninir Jack Humble, Fred Beardsley og Morris Bates.

Felagið spældi í reyðum troyggjum, sum tað hevði fingið frá Nottingham Forest, sum teir báðir, Beardsley og Bates, áður høvdu spælt fyri. Teir yvirtalaðu gamla felagið til at lata troyggjurnar. Nottingham Forest Football Club var longu stovnað í 1865.

Fyrsta jóladag í 1886 broytti Dial Square navnið til Royal Arsenal og broytti tað aftur í 1891 til Woolwich Arsenal. Í 1913 flutti felagið til Norðurlondon og broytti enn einaferð navn; hesaferð sleptu teir “Woolwich” fyri heilt einfalt at eita Arsenal. Síðani hevur felagið staðið seg sera væl millum fremstu ensku liðini, tí tað hevur vunnið 13 meistaraheiti og 14 FA Cup finalur.