Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Larry Lloyd (6. oktober 1948 – d. 28. mars 2024)

Síðst í 1960-árunum og í 1970-árunum var ikki vanligt, at ein leikari, fór frá Liverpool og kom til størri heiður. Men Larry Lloyd var undantakið frá regluni.

  • Umboðaði Liverpool Football Club frá 1969/70 til 1973/74
  • Spældi 218 dystir (150 landskappingardystir)
  • Skoraði 5 mál (4 landskappingarmál)

Larry Lloyd hevði longu sum 17-ára gamal spælt fýra landsdystir fyri áhugalandsliðið hjá Onglandi, men hevði bara spælt eitt kappingarár fyri 3. deildarliðið, Bristol Rovers, tá ið Shankly keypti hann sum avloysara hjá Ron Yeats. “Larry, eg eri komin til ta niðurstøðu, at tú hevði sparkað ommu tína fyri ein fimmpundsseðil,” segði Bill Shankly við Lloyd, meðan teir tosaðu um eitt komandi skifti til Liverpool. “Eg hevði í roynd og veru gjørt tað fyri helvtina,” svaraði Lloyd.

Bill dámdi at keypa leikarar frá lægri deildum og venja teir til Liverpool leikarar. Hann var sannførdur um, at hann megnaði tað, tí hann hevði turkatrúgv til, at venjingarhátturin hjá Liverpool var tann besti í heiminum – einfaldur, men tann besti.

So tað kom ikki óvart á hann, at leikarar sum Kevin Keegan, Ray Clemence, Larry Lloyd og aðrir stóðu seg væl. Tað kom bara dátt við, tá aðrir ikki megnaðu stigið. Hann fór ikki altíð sjálvur fyri at síggja leikararnir, áðrenn hann keypti teir. Hann var nøgdur við metingina, sum Bob Paisley, Joe Fagan ella Geoff Twentyman, høvuðstalentleitarin, komu við.

Tann 12. februar 1969 hugdu Bill Shankly og høvuðstalentleitarin, Geoff Twentyman, eftir 5. umfari í FA Cuppini millum Everton og Bristol Rovers á Goodison Park, tá áhugin kyknaði fyri at keypa 20-ára gamla miðverjan, Larry Lloyd. Síðani eygleiddi Shankly hann tríggjar ferðir afturat, áðrenn hann keypti Lloyd 22. apríl fyri £50.000. Hann var ein sterkur, trivaligur miðverji, og hóast honum vantaði bæði kvikleika og bóltførleika, so var Lloyd ráðandi í loftspælinum, sterkur í taklingunum og hevði leiðaradygdir. Larry Lloyd var tann rætti avloysarin fyri Ron Yeats sum álitið í verjuni og sveik ikki.

Hann spældi fyrsta landskappingardystin 27. september 1969 ímóti West Bromwich. Dysturin endaði 2-2. Lloyd spældi eisini næsta dystin eftir og síðstu 6 landskappingardystirnar tað kappingarárið. Yeats røktaði viðhvørt vinstra bakk í kappingarárinum 1970/71, sum gav høga miðverjanum møguleikan at seta seg á plássið í hjartanum í Liverpool verjuni saman við einum leikara, sum yvirlivdi fráskiljingina hjá Shankly, liðskiparanum, Tommy Smith. Lloyd var bara burtur í tveir landskappingardystir tað árið og kom í FA Cup finaluna, har Liverpool tapti í longdu leiktíðini fyri nýkrýndu meistarunum, Arsenal.

Les eisini...  Hvør vinnur Premier League?

Sir Alf Ramsey gav Lloyd fyrsta landsdystin 19. mai 1971 í einum British Home Championship dysti ímóti Wales. Dysturin varð spældur á Wembley og endaði 0-0. Liðfelagarnir hjá Lloyd, Chris Lawler, Emlyn Hughes og Smith byrjaðu allir dystin.

Fleiri vónbrot komu árið eftir, tá eitt umstrítt kolldømt mál nakrar fáar minuttir frá síðsta bríksli í síðsta landskappingardystinum kostaði meistaraheitið. Grundin til góðu gongdina mundi vera, at liðið setti met við at halda málið reint í seks útidystum á rað frá 22. januar til 15. apríl.  Dystirnir vóru: 0-0 ímóti Wolves, 1-0 ímóti Huddersfield, 0-0 ímóti Chelsea, 1-0 ímóti Southampton, 3-0 ímóti Manchester United og 2-0 ímóti West Ham. Verjuketan, sum megnaði tað, sá soleiðis út: Ray Clemence – Chris Lawler, Tommy Smith, Larry Lloyd, Alec Lindsay. Phil Thompson og Emlyn Hughes vóru eisini í miðverjuni.

Men í 1972/73 vóru hasi nærkomnu tapini púra gloymd, tá Liverpool vann meistaraheitið og UEFA Cuppina. Liverpool gjørdist sostatt fyrsta enska felagið, sum bæði vann meistaraheitið og eina stóra europeiska kapping sama kappingarár. Fyrsti landskappingardystur í kappingarárinum 1972-73 var ikki sørt hendingaríkur. Larry Lloyd og Wyn Davies hjá Manchester City fingu báðir reytt kort, tí teir bardust stutt fyri hálvleik. Shankly var ikki nøgdur við reyða kortið, tí Davies skallaði Lloyd og kærdi avgerðina. Liverpool gjørdist fyrsta liðið, sum vardi eitt tríggjar dagar dystarbann í nýstovnaðu, óheftu aganevndini og vann. Lloyd spældi allar 66 kappingarføru dystirnar í mergsúgvandi kappingarárinum og harumframt avgjørdi hann UEFA Cup finaluna ímóti Mönchengladbach, tá ið hann eftir hornaspark skallaði triðja og avgerandi málið, so Liverpool vann 3-2 samanlagt.

Liðið hjá Bill Shankly vann eisini 21 dystir á rað á heimavølli, sum byrjaði 29. januar 1972 við einum 4-1 sigri á Crystal Palce og endaði við einum 1-0 sigri á sama liði tann 30. desember 1972.

Les eisini...  SÍ streyk upp á tindin

Shankly framdi ein týðandi taktiskan leik í november 1973. 30-ára gamli Lawler fór út við einum skaða, fekk ongantíð sítt pláss aftur. Í staðin setti Tommy Smith seg á høgra bakk, meðan ungi Phil Thompson tók av sum miðverji saman við Larry Lloyd. Thompson var í grundini ein høgur og klantrasligur miðvallaleikari, men hann royndist sera væl sum verjuleikari, og samstundis gav hann verjupartinum meira tamarhald í uppspælinum við sínum trygga bóltførleika. 

Júst meira tamarhald í uppspælinum var tað, sum Liverpool saknaði. Stigið varð tikið fult út, tá hetjan frá UEFA Cup finaluni í 1973 ímóti Borussia Mönchengladbach, Larry Lloyd, fór út við lærskaða fyri árið ímóti Norwich City 2. februar 1974. Hann varð útskiftur fyri Peter Cormack, sum skoraði sigursmálið í evstu stund og sostatt syrgdi fyri, at Liverpool kundi elta Leeds United í oddastríðnum.

Meðan Lloyd sat uttanfyri restina av kappingarárinum við einum lærskaða, tók Cormack plássið á miðvøllinum og felagin á miðvøllinum, Peter Thompson, varð fluttur í miðverjuna í staðin fyri Lloyd, sum byrjaði kappingarárið sum fyrstaval og spældi 26 landskappingardystir á rað, men knappliga bara var avlopsleikari. Tann tekniskt sterki og framskygdi Phil Thompson mannaði nú miðverjuna saman við Emlyn Hughes, ið varð fluttur aftur frá miðvøllinum. Teir báðir mannaðu nú eina av sterkastu miðverjununum í enskum og europeiskum fótbólti, bæði í klubbfótbólti og í landsliðshøpi! Felagið var klárt til at lurta eftir boðum fyri ein mann, sum framvegis bara var 25-ára gamal og hevði nógv góð ár fyri framman. Tá hevði hann spælt 218 dystir og skorað 5 mál.

Í august 1974 betalti Coventry City £240.000 fyri Lloyd, sum tá í tíðini var ein ógvuliga stór upphædd. Til samanberingar hevði Liverpool júst goldið eitt klubbmet á £180.000 fyri Ray Kennedy mánaðin frammanundan. Tvey ár seinni og fótbóltsleiðin tóktist á einari glíðibreyt, varð hann seldur til  2. deildarfelagið Nottingham Forest fyri ein botnprís á £60.000. Coventry munnu hava forsyndast inn á seg sjálvar, tí Brian Clough beindi fótbóltslívsleiðina aftur á rætta kós hjá unga manninum. Liðið hjá Brian Clough flutti upp í 1976/77, tók meistarahetið frá Liverpool árið eftir og forðaði einum triðja Europa Cup sigri á rað við at sláa Liverpool út í 1. umfari í 1978/79 og fóru allan vegin til at vinna steypið. Liverpool vann heimliga meistaraheitið aftur, men í 1979/80 fylgdi Forest í fótafetunum hjá Liverpool við at vinna Europa Cup annað árið á rað.

Les eisini...  70-ára gamal svam um Ermarsundið

Meðan hann var hjá Liverpool, fekk Lloyd bara tríggjar landsdystir fyri Ongland og spældi fyrsta dyst í málleysa javnleikinum ímóti Wales í 1971. Níggju ár seinni, tá hann var hjá Forest, fekk landsliðsboð fyri fjórði ferð. Men tað endaði syndarligt, tí Lloyd fekk gula kort, varð skaddur og útskiftur umframt, at hann skeyt bóltin í egið mál. Ongland tapti 1-4; og tað var hansara síðsti altjóða dystur.

Eftir fimm einastandandi ár hjá Forest skifti Lloyd til Wigan sum leikandi-felagsstjóri í mars 1981. Hóast hann flutti Lancashire felagið upp í 3. deild eitt ár seinni, so varð uppsagdur árið eftir. Hann hevði eisini eitt stutt tíðarskeið sum sjefur hjá Notts County, har ein fjølmiðlamaður aftan á hansara fyrsta dyst gjørdi vart við, at níggju av hansara ellivu spælarum høvdu fingið gula kort og spurdi hann um hansara meining um hesa skelkandi staðfesting. Lloyd hugdi bara upp á hann og segði, “Íðan, so má eg seta spurnartekin við ábyrgdarkensluna hjá hinum báðum.”

Eftir at Lloyd hevði havt tað stríggið, seldi hann síni heiðursmerki á Christie’s í 2001 fyri bara £12.000. Lloyd var tunglyntur tá, tí hann var arbeiðsleysur. “At eg seldi míni europeisku heiðursmerki er tað, sum eg angri allarmest í mínum lívi,” segði Lloyd. “Eg føli meg sjúkan, tá eg hugsi um tað. Men tað er nakað, ið ein noyðist at gera, tá ið ein ríður so lágt, sum eg gjørdi tá.”

Heiðurslistin við Liverpool:

  • Enskur meistari 1972/73
  • Vinnari av FA Cuppini 1973/74
  • Vinnari av UEFA Cuppini 1972/73
  • 4 landsdystir fyri Ongland (1971-80)