Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður fegnast um humanitera vápnahvíld í Gasa

ST samtykti í gjár við stórum meiriluta eitt krav um humanitera vápnahvíld millum stríðandi partarnar í Gasa

– Humanitera støðan í Gasa er vanlukkulig, og tí er bráðneyðugt at fáa steðgað stríðnum umgangandi, so vit kunnu fáa neyðhjálp inn til tey neyðstøddu.

Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen eftir at høvuðsnevndin hjá ST í gjár við stórum meiriluta samtykti eitt krav um humanitera vápnahvíld millum stríðandi partarnar í Gasa.

– Sum partur av altjóða samfelagnum hava vit eina ábyrgd fyri at verja tey mongu sivilu, sum ongan lut eiga í krígnum. Eg fegnist tí um, at ST-høvuðsnevndin við avgjørdum meiriluta samtykti krav um humanitera vápnahvíld, so tey neyðstøddu kunnu fáa hjálp, sigur hann.

153 lond atkvøddu fyri samtyktini, 10 vóru ímóti og 23 lond atkvøddu ikki.