Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Radarin á Sornfelli ikki klárur fyrr enn í 2030

Innanhýsis skjøl hjá donsku verjuni vísa, at radar-ætlanin á Sornfelli er seinkað fleiri ár

– Radarin verður væntandi til reiðar at taka í nýtslu í 2030.

Soleiðis ljóðar ein meting um lofteftirlitsradaran á Sornfelli, sum er mettur at kosta 390 milliónir krónur. Harvið fer tað at ganga rúm tíð, áðrenn Nato er til reiðar at hava eftirlit yvir loftrúmið kring Føroyar, sum skal lukka “holið”, ið er hjá Nato at hava eftirlit við økinum millum Ísland, Noregi og Bretland.

Tað vísa loynilig skjøl, sum danska TV2 hevur fingið fatur á.

Danska verjumálaráðið væntar at bjóða út lofteftirlitsradaran, ið skal standa á Sornfelli, einaferð í seinnu helvt í 2024, og so fer tað at taka fýra á at byggja radaran. 

Danska verjan væntar at hava eftirlitsradaran virknan í 2030.

Møgulig fyribilsloysn gjørd
Av tí, at tað fer at taka so langa tíð, áðrenn eftirlitsradarin á Sornfelli verður virkin, so umhugsar danska verjan at gera eina fyribilsloysn, og tað merkir so, sambært TV2, at fleiri pengar skulu setast av til verkætlanina, ið upprunaliga varð mett til at kosta 390 milliónir krónur í arktiska kapasitetspakkanum, har danska stjórnin í febrar í 2021 setti 1,5 milliardir krónur av til betri eftirlit í arktis og norðuratlantshavi.