Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

TB tryggjað sær Gilla Rólantsson í fimm ár

Sum liður í eini langtíðarstrategi, hevur Tvøroyrar Bóltfelag skrivað undir langtíðarsáttmála við Gilla Rólantsson

Eftir at hava roynt eydnuna í Vejle, er Gilli vendur heim aftur til barndómsfelagið TB.

TB hevur fingið sína egnu hetju heim. Hann var veruliga við til at gera mun í TB, tá hann vendi heim aftur í hálvt kappingarár. Nú hevur TB so tryggjað sær sína egnu hetju í heili fimm ár.

Soleiðis skrivar TB á Facebook

Okur hava longu nógvar góðar leikarar, ið hava spælt fleiri dystir á besta liðnum, og fleiri aftrat eru á veg upp. Ætlanin fyri komandi ár er tískil at vinna so nógvar dystir sum gjørligt, men okur taka ein dyst í senn, og røkkur tað til uppflyting, ongantíð betur.

Gilli undirskrivað søguligan langtíðarsáttmála

Í dag, gamlaárskvøld, líta okur frameftir og vóna, at tað nýggja árið hevur nógv gott at bjóða. Hetta er eisini galdandi fyri okum í Tvøroyrar Bóltfelag, og í hesum sambandi hava okur góð tíðindi at deila við tykum.

Okur kunnu avdúka, at ein lokalur leikari kemur heim aftur og hevur undirskrivað ein søguligan 5-ára sáttmála við barndómsfelagið. Hesin er ongin annar enn okra egni Gilli Rólantsson Sørensen.

Nevndin í TB er í ferð við at leggja eina langtíðarætlan fyri felagið, og her er tað sera týdningarmikið, at okur fáa eina fyrimynd, sum kann ganga fremst.

Gilli hevur roynt tað mesta, ið roynast kann í fótbólti. Hann fór heilt ungur at leika við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC, hann hevur spælt í bestu deildunum í Føroyum, Danmark og Noregi, og hann hevur leikt ikki færri enn 66 landsdystir fyri føroyska landsliðið.

Tað er tí eitt satt kupp fyri TB at fáa ein slíkan profil at skriva undir langtíðarsáttmála. Okur sóu tað longu í fyrru hálvu í undanfarna kappingarári, at Gilli er ein fyrimynd. Hann er ein leikari, ið motiverar og gevur íblástur, og harumframt hevur hann sera nógvar royndir og rætta hugburðin.

Hetta eru virði, sum okur í TB meta samsvara sera væl við ta langtíðarætlan og tær visjónir, ið okur ætla at fremja í verki.

Gott nýggjár øll somul!