Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Søguliga vánaligt United-lið

Hóast Manchester United endaði á 3. plássi farna kappingarár, hevur seinna helvt av 2023 verið sera vánalig.

Leygardagin tapti mannskapið hjá Erik ten Hag 1-2 fyri Nottingham Forest og liggur sostatt á 7. plássi í Premier League, tí liðið hevur tapt aðrar 8 landskappingardystir, síðani kappingarárið 2023-24 byrjaði.

Manchester United tapti eisini 9 dystir farna kappingarárið, men endaði á 3. plássi og tí vóru vónirnar høgar til inniverandi kappingarár, har felagið styrkti seg við Mason Mount (Chelsea), Johnny Evans (uttan felag), André Onana (Inter Milan) og Rasmus Højlund (Atalanta), men úrslitini hava als ikki gingið eftir vild.

Tað er fyrstu síðani kappingarárið 1989-90, at United hevur tapt so nógvar dystir í byrjanini av einum kappingarári. Samanlagt hevur Manchester United tapt 14 dystir hetta kappingarárið og vit skulu aftur til 1930 fyri at finna eitt líknandi, vánaligt kappingarár.

Heili 21 ferðir hevur Manchester United tapt í hesum kalendaraárinum og bara 1930 (28 tap), 1972 (25 tap) og 1921 (24 tap) hava verið verri.