Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hann fór um mark

Hann gjørdist undangongumaður, tá múrurin rapaði.

Tann 1. januar 1990 gjørdist Andreas Thom fyrsti leikarin úr eysturtýsku Oberliguni, sum púra frítt kundi skriva undir við eitt vesturtýskt felag. Tað var millum fyrstu stigini til eina tilgongd, sum at enda førdi til, at londini aftur vórðu sameind í einum styrktum Týsklandi.

Tá Týskland varð sundurskilt eftir annan heimsbardaga, endurstovnaðu nøkur vesturtýsk feløg, DFB, sum virkaði sum týskt fótbóltssamband undan krígnum. Hinvegin stovnaði Eysturtýskland sítt egna, sum varð kallað DDR-Oberliga. Tað kom fyri, at bæði týsku landsliðini møttust til altjóða kappingar, men annars vórðu londini skilt sundur fram til november 1989, har bæði londini tóku undir við einari sameining og tað hevði við sær, at fótbóltssambondini fingu eitt samstarv í lag.

Thom hevði verið ein lyklaleikari hjá fyri felagið í Eysturberlin, Dynamo Berlin, síðani hann kom til felagið í 1983. Í 1984 vann hann fyrsta av 5 meistaraheitum á rað við felagnum umframt tvær eysturtýskar steypafinalur (1988 og 1989). Sum áleypari gjørdist hann toppskjútti kappingarárið 1987-88 og varð kosin ársins eysturtýski fótbóltsleikari í 1988.

Tá 1989 nærkaðist endanum, fekk hann loyvi frá eysturtýsku Oberliguni at flyta tvørtur um markið og gjørdist tann fyrsti, sum gjørdi tað lógliga, hóast fleiri eysturtýskir høvdu hoppað av árini frammanundan. Hann skrivaði undir eina avtalu við Bayer Leverkusen og tann 1. Januar 1990 skifti hann til felagið fyri eina upphædd áljóðandi 3,6 milliónir týskar markir.

Hann fekk eina góða fótbóltslívsleið við Leverkusen, har hann spældi 161 dystir millum 1990 og 1995, og vann týsku steypafinaluna í 1993. Hann var eisini millum eysturtýsku leikararnar á fyrsta sameinda týska landsliðnum, sum vann 4-0 ímóti Sveits 19. desember 1990 og skoraði fyrsta “eysturtýska” málið, tá hann kom inn fyri Matthias Sammer í sama dysti, men hann megnaði ikki at skora í EM-finaluni anno 1992, tá ið hann kom inn fyri Stefan Effenberg, har Danmark vann 2-0.

Les eisini...  Folk/Rock tónleikur frá 1970-unum í "Hinari øldini" klokkan 17.15 í dag

Í 1995 skifti hann til Celtic fyri £2,2 milliónir og har vann hann skotska meistaraheitið í 1998 umframt League Cuppina í 1997. Hann vendi aftur til Týsklands í 1998, har hann skrivaði undir fyri Hertha Berlin, áðrenn hann gavst í 2001.