Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skoraði 12 landskappingardystir á rað

Besti enski áleyparin, sum tú neyvan nakrantíð hevur hoyrt um.

Kappingarárið 1926-27 var tað Middlebrough, sum stóð fyri undirhaldinum, tá liðið skoraði heili 122 mál í landskappingini, harav George Camsell átti 59 av teimum, hóast hann bert spældi 37 landskappingardystir. Middlesbrough og Camsell spældu gaman í í næstbestu deildini, men bæði betraðu um gamla metið við 15 málum.

Tann 1. januar 1927 setti George Camsell nýtt met, tá ið hann skoraði mál í 12 landskappingardystum á rað. Tað hendi í 5-2 sigrinum á Port Vale á Ayresome Park. Málrøðin sá soleiðis út: 1, 1, 1, 4, 1, 4, 1, 2, 4, 5, 2 og 3. Ella tilsamans 29 mál í 12 landskappingardystum! Dystin eftir skoraði hann eisini í FA Cup dystinum ímóti Leicester. Sama kappingarárið skoraði George Camsell 9 hattrikk og tað metið er framvegis galdandi.

Um sama mundið var málrevurin hjá Everton, William Ralph Dean – ella Dixie Dean, í hæddini. Sami Dixie Dean stóð framman fyri Camsell í bíðiraðnum, tá landsliðið varð úttikið. Dean skoraði eisini 18 mál í 16 landsdystum fyri Ongland, men George Camsell gjørdi honum bragdið eftir við at skora 18 mál í bert 9 landsdystum ella 2 mál í hvørjum landsdysti í miðal, harav 15 mál í 6 teimum fyrstu landsdystunum. Camsell skoraði harafturat í øllum landsdystum, sum hann spældi! Bert Steve Bloomer, sum eisini spældi við Middlesbrough, men er best kendur frá Derby County, hevur skorað í fleiri landsdystum á rað; nevniliga 10.

Dixie Dean tók metið frá Camsell longu árið eftir, í 1927-28, tá ið hann skoraði heili 60 mál í landskappingini fyri Everton – í bestu deildini! Tað metið er framvegis galdandi. Um Camsell hevði hildið áfram at tikið brotsspørk, har hann tók trý, men brendi tað seinasta í einum FA Cup dysti ímóti Millwall, so hevði hann kunna átt metið, tí Middlesbrough fekk tillutað 6 brotsspørk afturat í kappingarárinum.

Les eisini...  Tvídráttur førdi til nýggja fremstu deild

Samanlagt var George Camsell 10 ár á rað toppskjútti hjá Middlesbrough og skoraði 345 mál í 453 dystum, harav 233 landskappingarmál í 337 dystum í bestu deildini árini 1925-1939.

Tá hann hevði sett gaggurnar á hillina, hevði hann ymisk størv hjá Middlebrough, harímillum venjari og talentleitari. Sum talentleitari varnaðist hann Brian Clough, sum skoraði 204 mál í 222 dystum fyri Middlesbrough.