Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fíggjarligt óskil hjá City gav United fyrsta meistaraheitið

Frá hóttum tilverugrundarlagi til fyrsta meistaraheitið.

Við kappingarárslok í 1901 gjørdi felagið av at hava eina sølubúð fyri at útvega neyðugar inntøkur. Felagið endaði kappingarárið á 10. plássi, og hevði brúk fyri øllum fíggjarligum stuðli.

Sølubúðin skuldi vara í fýra dagar, og gjørdist sera vælumtókt. Á triðja degnum, tann 2. mars 1901, skuldi sankta bernhardshundurin, Major, hjá høgra bakkinum og liðskiparanum, Harry Stafford, vera ein av freistingunum. Við einum ílati um hálsin, reikaði hundurin millum fjøldina fyri at savna pening, men tá ið søludagurin var at enda komin, slapp hundurin leysur og rýmdi av staðnum. Lagnan lagaði tað soleiðis, at Major endaði á einari barr hjá bryggjarístjóranum, John Henry Davies, sum gav sínari 12 ára gomlu dóttir hundin sum føðingardagsgávu. Stafford fann til endans fram til Davies og Major, og teirra kennskap gjørdist lagnuríkt fyri Manchester United.

Eitt lítið ár seinni var Newton Heath um at fara av knóranum og noyddist at útvega £2.670 til samdøgrið eftir. Ein kreppufundur varð hildin í New Islington Hall í januar 1902 og Harry Stafford megnaði at fáa fýra handilsmenn saman við sær, sum rindaðu £500 hvør. Gamla nevndin mátti leggja frá sær og James Taylor, J. Brown, W. Deakin og áðurnevnda John Henry Davies mannaðu nýggju nevndina. Fundurin valdi Davies sum nýggjan formann. Skjótt kravdi Davies, at nýggja felagið eisini skuldi skifta navn og búna. Manchester Central og Manchester Celtic vóru í uppskoti, men vórðu kveistraði til viks, tá ið Louis Rocca bar Manchester United fram: “Høgu harrar, hví rópa vit okkum ikki fyri Manchester United?” Tað varð samtykt við stórum meiriluta. Avgjørt varð eisini at spæla í reyðum troyggjum og hvítum stuttbuksum mótvegis gula og grøna búnanum.

Les eisini...  Hava funnið leivdirnar av horvna F-35 flogfarinum

Teir reyðu devlarnir úr Manchester hava tískil nógv at takka sankta bernhardshundinum Major fyri, tí hann gjørdist bjargingin hjá Manchester United.

Manchester United vann báðar fyrstu dystirnar undir nýggja navninum ímóti ávikavist Gainsborough Trinity og Burton United; báðir endaðu 1-0. Í miðal komu eini 5.000 áskoðarar til dystirnar á Bank Street, men fyrsta jóladag 1902 komu heili 40.000 til grannauppgerðina ímóti City. Áskoðaratølini batnaðu og United endaði á 5. plássi í 2. deild, men City flutti uppaftur.

Kappingarárið 1903-04 byrjaði rættiliga illa. Liðið spældi javnleik á heimavølli ímóti Bristol City og tapti síðani á útivølli fyri ávikavist Burnley (stjórnað av Ernest Mangnall) og Port Vale. United gjørdi skjótt av og nápaði felagsstjóran hjá Burnley. Hinvegin vann City FA Cuppina og endaði á 2. plássi í bestu deildini.

Árið eftir tapti liðið ikki í 18 dystum millum september og januar, harav liðið vann 14 dystir á rað, men tað var ikki nokk, tí liðið endaði á 3. plássi í 2. deild. Kappingarárið 1904-05 fekk ein rættiliga keðiligan enda fyri City, sum endaði við at tapa 2-3 fyri Aston Villa á Villa Park, men hvat verri var, so varð Meredith skuldsettur fyri mutur.

Kappingarárið 1905-06 eydnaðist tað endiliga fyri United, tá liðið endaði á 2. plássi aftan fyri Bristol City. Kjarnan á liðnum var málmaðurin Harry Moger og hálvbaksketan: Dick Duckworth, Charlie Roberts og Alex Bell. Vinstri vongurin, George Wall, varð keyptur frá Barnsley.

Í kjalarvørrinum av FA Cup sigrinum í 1904, tá Manchester City rindaði ólógligar lønir til leikararnar, fingu 5 stjórnarlimir og 17 leikarar forboð fyri at virka í felagnum. Harafturat vórðu leikararnir leikbannaðir fram til 1. januar 1907. Felagsstjórin hjá City, Tom Maley, fekk lívlangt bann frá fótbólti. United gjørdi sær dælt av syndarligu støðuni hjá býarbørnunum og keypti teir bestu av leikarunum, hóast hini feløgini mótmæltu framferðarháttinum. United keypti besta leikaran tá, Billy Meredith, besta enska verjuleikaran, Herbert Burgess umframt áleypararnir Jimmy Bannister og Sandy Turnbull.

Les eisini...  Stjørnuleikari er úti við skaða í nakrar mánaðir

United varð eisini kannað fyri at hava goldið ólógligar lønir og harafturat varð United at rokna sum ein “einmansfyritøka” og Fótbóltsdeildin loyvdi ikki, at John Henry Davies mestsum einsamallur koyrdi felagið eftir ivasomum handilstreytum. Endin varð, at fyrrverandi liðskiparin, Harry Stafford, og James West átóku sær skyldina og fingu eitt 2½-ára bann hvør.

Tann 1. januar 1907 endaði bannið hjá fyrrverandi Manchester City-leikarunum og somuleiðis varð bannið hjá Billy Meredith stytt við 1½ ári. Sama dag tók United ímóti Aston Villa á Bank Street og eitt byrjanarmál frá Sandy Turnbull tryggjaði ein 1-0 sigur. Liðið vann 11 av teimum seinastu 17 landskappingardystunum og endaði á einum heiðurligum 8. plássi.

Árið eftir keypti United áleyparan Jimmy Turnbull frá Leyton og hin skaðadarvaði Dick Holden tók plássið á høgra bakki. Liðið vann 13 av teimum fyrstu 14 dystunum og fyrsta glæsiliga tíðarskeiðið hjá Manchester United var veruleiki. Ernest Mangnall førdi United til meistaraheitið í 1908, FA Cup finalusigur í 1909 og næsta meistaraheitið í 1911.