Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jysk og Parasport Føroyar hava longt stuðulsavtaluna

Parasport Føroyar og Jysk hava longt stuðulsavtaluna, ið merkir at Jysk framhaldandi stuðlar virkseminum hjá Parasport

Jysk fer framhaldandi at stuðla virkseminum hjá Parasport næstu árini.

Partarnir hava gjørt nýggja trý ára avtalu.

Jysk hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðan 2002, og man hetta verða ein av longstu samanhangandi stuðulsavtalunum í føroyskum ítrótti.

Parasport Føroyar legði fram nýggja strategi í 2023, har serligur dentur millum annað verður lagdur á rekrutering, upplýsing, samstarv og inklusjón, og er eitt verkætlananarfólk fyri stuttum sett at hjálpa við at fremja strategiina í verki.

– Parasport fegnast um samstarvsavtaluna við Jysk, ið er við at halda virksemi í einari tryggari legu næstu trý árini. Tað krevur orku og fígging at halda virksemi koyrandi, og fegnast vit um nýggju avtaluna, skrivar Parasport í tíðindaskrivi.