Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pro Vita: Ein samfelagslig falitterklæring

- Tað er ein samfelagslig falitterklæring, at liberalisera fosturtøku heldur enn at bøta um viðurskiftini at vera ein barnafamilja og hjá kvinnum at ganga við børnum, sigur forkvinnan í Føroya Pro Vita, Ruth Norðgerð

Nú Bjarni Kárason Petersen hevur langt uppskot fram um eina liberaliserandi fosturtøkulóg, loyvi eg mær at koma við nøkrum viðmerkingum. Og eg fyrihaldi meg bert til Føroyar.

Fosturtøkur eru (tíverri) ein veruleiki. Eftir mínum tykki er fosturtøka eitt eyðkenni fyri okkurt annað, sum er áfatt.

Í 2024 kunnu kvinnur endiliga ganga stoltar við sínum børnum undir belti uttan skomm. Men hetta skuldi bert vera fyrsta stig á leiðini at vera góðtikin sum kvinna við kvinnueginleikum.

Ein avbjóðing við at fáa børn er kostnaður. Tað kostar nógv á fleiri økjum at fáa børn. Og siga hvat man vil, men her bera kvinnurnar størsta kostnaðin.

– Fíggjarligur kostnaðurin er eitt.

Vognur, klæðir matur og annað verður ofta væl býtt millum mammu og pápa nú á døgum. Tað kann eisini vera niðurskurðurin í løn vegna loftið í barsilsskipanini. Tá er tað eisini ein smeitur í eftirlønini. Og tað eru oftast kvinnurnar, sum bera hendan prísin. Fyri at fáa eitt familjulív at rigga, so krevur tað eitt gott bakland. Gamla mynstrið var, at tað var mamma, pápi og børn. Familjur eru tað tó nógvar útgávur av nú, men størsti hópurin er enn mamma, pápi og børn. Og ofta arbeiðir annar niðursetta tíð, sum verður gjørt sum ein íløga í børnini. Hetta er so eitt val, men aftur her eru tað oftast kvinnurnar, sum mugu velja hetta.

– Sosialur kostnaður

Eingin loyna skal vera, at tað er ein stór umbroyting at fáa børn. Knapliga kanst tú ikki fara út um hurðina, tá tú hevur hug, tí eitt annað menniskja er 100% tenkt at tær. Tín tíð er ikki bara tín, og tú mást tí velja tín egna tørv frá. Hetta kann ljóða negativt, men nakað órationelt verður vakt í menniskjanum, sum blívur foreldur – foreldragleðin kemur framum alt.

Les eisini...  ”Hvussu hevur tú tað?" - Freistin á midnátt

– Bústaðarkostnaðurin

Tá man er “ein leysur kroppur”, so kanst tú klára teg við at búgva á einum kamari. Ella í einari eittkamarsíbúð. Her er aftur nakað, sum “má” broytast, um eitt barn er á veg.

Nú havi eg skrivað hetta við tí fyri eyga, at talan er um mammu, pápa og børn. Nú fari eg at biðja teg skifta brillurnar, og hygg eftir somu avbjóðingunum sum einlig mamma. Tá kann støðan tykjast vónleys í fleiri førum.

Øll børn hava tó júst sama virði. Treytaleyst virði

Óansæð

– Fíggjarstøðu

– Tíðaryvirskot og sosial viðurskifti annars

– Bústaðarviðurskifti

Føroya Pro Vita var á fundi í samband við eina møguliga broyting av fosturtøkulógini.

Har heittu vit á Løgmálaráðið um at kanna umsóknirnar hjá kvinnum, sum søkja fosturtøku. Orsøkinar til fosturtøku eru har. Finn tær, og broyt samfelagið har eftir.

Danska kanningar hava víst okkum, at fíggjarligar og sosialar orsøkir eru í næstan øllum førum orsøkin til, at kvinnur ikki síggja annan møguleika enn fosturtøku. Eingin orsøk er til at halda, at tað er øðrvísi í Føroyum.

Tí er tað ein samfelagslig falitterklæring, at liberalisera fosturtøku heldur enn at bøta um viðurskiftini at vera ein barnafamilja og hjá kvinnum at ganga við børnum.

Vit skulu fyrst av øllum tryggja børnum ein bústað og tryggja at eingi børn líða neyð. Tá eru karmarnir fyri at hava eitt barn.

Hvussu so við teimum kvinnum, sum bara ikki ynskja sær børn, skulu tær ikki hava rætt til fosturtøku? Nei, tær skulu kanska hava rætt til sterilesatión. Ein møguleiki tær ikki hava nú, tí tann lógin er eldri og strangari enn verandi fosturtøkulóg. Tá kunnu kvinnur ráða yvir egnum kroppi – og bara sínum egna kroppi.

Les eisini...  Miðnám skal hava betri fosturtøkutilfar

Fosturtøka er ikki ein mannarættur! Lívið er ein mannarættur!

Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita