Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú skulu lærlingar søkja um at fáa lærlingafrádrátt

Lærlingar fáa frádrátt upp á 50.000 krónur, men har teir áður fingu hetta sjálvvirkandi, mugu lærlingar nú søkja um at fáa frádráttin

Lærlingar hava síðani 2020 fingið frádrátt á 50.000. TAKS hevur nú broytt mannagongd soleiðis, at nýggir lærlingar skulu søkja um at fáa frádráttin. Lærlingar, sum byrjaðu í læru áðrenn 1. januar 2024, nýtast ikki at gera nakra broyting. Teir fáa framvegis sín frádrátt sjálvvirkandi.

Frádrátturin er galdandi fyri lærlingar, sum hava lærlingasáttmála, ið er góðkendur av Yrkisdeplinum.

Soleiðis verður søkt um lærlingafrádrátt

Tað eru tveir hættir at søkja um lærlingafrádrátt. Sí her vegleiðing frá TAKS:

  1. Á Borgaraglugganum: Vel Skattur > Fyribilsskattaskráseting 2024 > Fyribilsskráset fyri 2024. Áset byrjanardag og endadag fyri lærutíðina niðast á hesi síðu, viðfest lærusáttmála og send.
  2. Manuelt: Fyll út og send til TAKS “Umsókn um lærlingafrádrátt.” Heinta hana undir oyðubløðum á taks.fo. Minst til at leggja lærusáttmála saman við umsóknini.

Lesið meira um lærlingafrádráttin her.