Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Taks: 17.000 fólk fáa pengar aftur í skatti

Skattauppgerðin 2023 hjá a-skattgjaldarum er nú gjørd og liggur á Borgaraglugganum og í Mínboks

Skattauppgerðin 2023 hjá a-skattgjaldarum er nú gjørd og liggur á Borgaraglugganum og í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í vikuni, skrivar heimasíðan hjá Taks.

Uppgerðin vísir, at 17.011 fólk fara at fáa pengar aftur í skatti, í alt 56,5 milliónir krónur. Pengarnir koma á kontu mikudagin, 27. mars.

1.977 fólk hava goldið ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning upp á til samans umleið sjey milliónir krónur. 24.611 fólk hava goldið rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakað.

Fær man skattauppgerð, skal man kanna, um hon er bein
Er hon tað, skal ikki gerast meira. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 1. mai 2024.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð uttan bræv um at lata inn sjálvuppgávu
So skjótt, innlatið er, verður skattauppgerð teirra gjørd. Talan er um 5.978 fólk.

Fá yvirlit yvir freistir og mannagongdir í sambandi við skattauppgerð og sjálvuppgávu á www.taks.fo/freistir-og-mannagongdir.