Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein svenskari afturat til NSÍ

Konrad Gustafsson hevur skrivað undir við teir gulu við Løkin

NSÍ kunngjørdi í gjárkvøldið ein nýggjan spælara. Felagið skrivar, at felagið hevur gjørt sáttmála við svenskaran Konrad Gustafsson.

26-ára gamli sviin kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann hevur umboðað Örebro Syrianska IF.

Konrad hevur vant við NSÍ í eina viku, og nú eru partarnir samdir um eina avtalu, soleiðis at Konrad kemur at umboða NSÍ.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir Konrad soleiðis:

“Konrad er ein miðvallari, ið hevur sína styrki í verjuspælinum, har hann er sterkur í nærdystum. Hann hevur eitt gott yvirblikk í spælinum og so er hann fysiskt væl fyri. Í álopsspælinum er Konrad sterkur á bóltinum, og hann er góður bæði í smáspælinum og til tær langu avleveringarnar.”

Jens Wedeborg sigur eisini við heimasíðuna hjá felagnum, at Konrad er ein nærlagdur spælari, ið hevur eitt høgt støði til hvørja venjing, og at hetta kemur at styrkja um hópin.

Hetta er næsti svenskarin í NSÍ, tí í desember í fjør kunngjørdi felagið, at sáttmáli var skrivaður við verjuspælaran Adi Terzic, sum eisini er 26 ára gamal.