Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogfarið fekk tekniskar trupulleikar

Eftir ætlan skuldi eitt flogfar hjá donsku verjuni hjálpa til við leitingini eftir teimum báðum saknaðu monnunum, ið vóru við Kambi, men flogfarið kom ongantíð á flog

– Tað var ætlanin, at eitt Challanger-flogfar hjá donsku verjuni skuldi taka lut í leitingini eftir teimum báðum saknaðu sjómonnunum, men tá flogfarið skuldi fara avstað, fóru alarmar í gongd, so flogfarið fór ongantíð avstað frá flogstøðini í Ålborg.

Tað sigur deildarstjórin í MRCC, Edvard Bjarnason, nú leitað verður eftir tveimum av manningini umborð á Kambi, ið nú er sokkið.

– Tað er tíverri einki nýtt at frætta, men leitað verður framvegis við tyrluni hjá Atlantsflog og skip eru eisini á leiðini, greiðar deildarstjórin frá.

Edvard Bjarnason sigur, at teir hava heitt á íslendskar myndugleikar, um at fáa eitt SAR-flogfar (search and rescue, jour.) hendanvegin, men teir hava einki frætt enn.

– Tað er keðiligt veður á leiðini og nógvur vindur av landnyrðingi, so tað ger tað trupult at leita, greiðir deildarstjórin frá.

Brimil skipar leitingina og Sandshavið, Breiðanes og Hamranes eru á leiðini.

16 mans vóru umborð á Kambi, tá ið hann fekk ein sjógv um sjey-tíðina í morgun. Skipið legði seg á liðina og sakk um hálvgum ellivu tíðina fyrrapartin. 14 av manningini vórðu bjargaðir til lands við tyrluni, meðan tveir mans enn eru saknaðir.