Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Javnt millum London liðini

Ein av serstøku dystunum í Onglandi, er, tá arva- og grannafíggindauppgerðir eru. Í dag var dystur millum tey bæði London liðini, Chelsea og Arsenal

Stamford Bridge var karmur um eina sera tættast og javnan dyst millum tey bæði London liðini. Bæði liðini stillaðu upp við at kalla bestu manning teirra.

Chelsea vóru neyvari, tá tað kom til at raka málið. Arsenal høvdu meir offensivt spæl og høvdu bóltin eitt vet meir.

Longu eftir eitt korter kom hol á. Tá skoraði enski Cole Palmer fyri Chelsea, uppá brotsspark. Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði ukrainski Mykhailo Mudryk sítt fyrsta mál fyri Chelsea á heimavølli. Hann hevur annars verið uttan trýsti frá fjepparum, men hevur seinastu tíðina duga væl at prógva sítt virði.

Leikarin, ið millum annað Liverpool vóru eftir tá flytingargluggin var opin seinast, Declan Rise, minkaði um munin til 2-1, tá eitt lítið korter restaði í vanligu leiktíðini. Fimm minuttir fyri dystarlok, skoraði belgiski Leandro Trossard, við góðum uppleggið frá Bukayo Saka, til 2-2, sum eisini gjørdist endastøðan.

Chelsea liggja í løtuni nummar 10 og Arsenal hevur, eftir dystin í dag, sent Liverpool á triðja pláss og yvirtikið annað pláss í Premier League.