Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sveinur Tróndarson: Óneyðug øsing um tingfólkalønir

Fólk øsa seg í løtuni um, at tingfólk geva sær sjálvum meira pengar. Men er tað tað, sum tey gera? Er sannleikin ikki at eftirlønirnar minka í so stórum, at talan ístaðin er um ein lønarniðurskurð?

Tað er faktiskt skelkandi at síggja ta øsing, sum er í løtuni um ætlanirnar at broyta lønina hjá tingfólkunum. Ikki tí, eg kann væl liva við, at fólk, sum ikki duga at lesa tøl og álit kunnu halda, at talan er um eina stóra lønarhækkan. Tað er hvat tað er. Men tíverri eru eisini nógv, sum eftir mínum tykki áttu at dugað at sett seg inn í viðurskiftini áðrenn tey úttala seg, sum eisini ganga við bindi fyri eyguni. Tað hoyrir ongastaðni heima og kann í besta føri kallast populisma. Ella útskamming, sum tó byggir á skeivt grundarlag, tí tølini, sum vera tveitt út, eru í besta føri skeiv.

Gaman í liggur ein lønarhækking inni í broytingini, men hon er ikki í nærheitini av tí, sum skrálað verður um á sosialu miðlunum. Orsøkin er nevniliga, at broytingin inniber, at tingfólk missa tað skattafría ískoyti, sum framyvir skal gjaldast út sum skattað løn, og tað fer við meira enn helvtini av lønarhækkanini. Har liggja vist eisini onkrar aðrar broytingar inni í uppskotinum, men eg havi ikki ordiliga fingið yvirlit yvir, hvussu tær koma at síggjast aftur. Her hugsi eg serliga um skattafría ískoyti, sum tingfólk uttanfyri Suðurstreym fáa fyri at ferðast til Havnar. Tað svingar millum 35.000 og 65.000 krónur alt eftir, hvar tú býrt – og fólk í Norðoyggjum fáa mest…

Skorið inn á bein, so merkir nýggja uppskotið, at tingfólk fáa eina lønarhækking, men tað merkir eisini, at tey missa skattafrí ískoyti. Tí er lønarhækkingin ikki á leið so stór sum ill fólk á Facebook vilja vera við at hon er. Og so merkir uppskotið eisini, at tingfólk missa rætting til eina – sera – lukrativa pensjónsskipan, sum í løtuni í ringasta føri kostar landskassanum upp í seks til sjey milliónir pr. tingfólk. Fyri eitt tingfólk við fullari eftirløn fer gjaldið framyvir at minka við fimm milliónum, treytað av, at tey fáa tingfólkapensjón í 20 ár. Meira um eftirlønarskeiðið er longri, minni um tað er styttri…

Les eisini...  94 ára gamla fyritøkan Richard B Thomsen er ein nýmótans timburhandil við breiðum vøruúrvali

Hyggja vit at tølunum og taka lønirnar fyrst, so leggur uppskotið upp til, at lønirnar í rundum tølum hækka við 7.000 krónum um mánaðin ella 84.000 um árið. Skattaroknað (út frá Tórshavnar kommunu) gevur tað eina nettohækking upp á 44.000 krónur, tí 48 prosent av lønarhækkingini verður tikið innaftur í skatti.

Men hesar 44.000 krónurnar – ella 84.000 – er ikki tann veruliga lønarhækkingin, tí innnoknað í hetta er eisini, at tingfólk missa 2.000 skattafríar krónur um mánaðin ella 24.000 krónur um árið. Tað vil siga, at so eru umleið 20.000 krónur eftir í nettolønarhækkan. Skattaroknað, roknað eftir skattatrýstinum í Havn, mugu tingfólk forvinna umleið 46.000 krónur fyri at hava 24.000 krónur eftir. Hetta hevur nakað við marginalskatt og seinast vunnu krónu at gera og tað vil siga, at lønarhækkingin ikki longur er 84.000, men 38.000 um árið. Er eingin onnur millumrokning uppi í, og tað havi eg ikki ordiliga nærlisið enn, so gevur tað í besta føri eina lønarhækking uppá sløk sjey prosent.

Um vit so fara til eftirlønina, so er tað her at nógv tann størsta broytingin við nýggju lønarskipanini hjá tingfólkum liggur. Her kemur landskassin veruliga at spara eina rúgvu; upp í fleiri milliónir krónur uppá hvørt tingfólkið. Mest fyri tey, sum sita longst, sjálvandi, og minni fyri hini

Sum støðan er í løtuni fáa tey, sum sita í 16 ár fulla tingfólkapensjón, sum er 60 prosent av tingmannalønini. Uppsparingin er soleiðis skrúvað saman, at tey átta tey fyrstu árini uppspara sær 4,5 prosent um árið, tað vil siga 18 prosent í eftirløn aftan á fýra ár og 36 aftaná átta ár, og næstu átta árini er tað trý prosrnt um árið, tað vil siga 12 prosent fyri hvørt fýra ára skeið, sum so gevur 24 prosent afturat ella íalt 60 prosent.

Les eisini...  Kurteisliga kempan

Upphæddin verður roknað eftir tingmannalønini, tá tingfólk góvust í tinginum, í løtuni er tann upphæddin 552.000 krónur um árið. Tað gevur eitt pensjónsgjald 330.000 krónur um árið fyri tey sum nú hava krav uppá fulla eftirløn, og fáa tey hesa upphædd i 20 ár, so gevur tað 6,6 milliónir krónur. Við nýggju skipanini kemur eitt tingfólk, sum situr í 16 ár at kosta 1,5 milliónir krónur í pensjón, sum er ein sparing upp á fimm milliónir krónur pr. tingfólk…

Nú sita øll tingfólk ikki í 16 ár, men sum nevnt omanfyri hava øll, sum hava sitið í tinginum í eina ávísa tíð, rætt til eftirløn, men frá at fáa ein fastan prosentpart av lønini í eftirløn útgoldna leypandi hvørt ár eftir at tey eru farin um pensjónsaldur, fara tingfólk nú, sum vanlig fólk, at fáa 15 prosent av mánaðarlønini í eftirløn. Tað gevur góðar 90.000 krónur í eftirløn um árið fyri hvørt árið tey sita í tinginum, ella 360.000 krónur fyri fýra ár, 720.000 í átta, 1,1 millión í 12 ár og 1,5 milliónir krónur í 16 ár.

Tað stutta av tí langa er, at broytingin sparir landskassanum milliónir av krónum. Milliónir!

Tað er ein av høvuðsfortreytunum fyri at broyta tingfólkalønirnar, men arbeiðsbókurin mælir til at gera skipanina einfaldari og skattskylduga og tí verður upphæddin framyvir innroknað í lønina.

Tað er bara ikki hetta, sum verður brúkt í kjakinum á sosialu miðlunum. Har eru tað skeiv tøl, skeivar grundgevingar og heilt nýggjar fortreytir, sum verða lagdar inn í kjakið, sum tí fer heilt úr sporinum. Og tað er óneyðugt.

Les eisini...  Myndir EB/Streymur - HB (0-3)

Tí sannleikin er faktiskt, at sjálvt um tingfólkini, sum sita í dag atkvøða nýggju skipanina ígjøgnum, so fáa tey flestu ivaleyst eitt – stórt – samanlagt undirskot av broytingini – og ikki yvirskot. Men tann upplýsingin er so keðilig, at hana tekur mann ikki við, tá mann fer út á Facebook at kjakast…

(Hetta er persónligur bloggur hjá Sveini Tróndarson, so hetta er sjónarmið hjá honum.)