Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stuldur í handli í Havn

El-lutir fyri umleið 1.000 krónur vórðu tiknir

Seinnapartin varð boðað frá handilsstuldri í einum handli í Havn.

– Talan er um brúksstuldur av el-lutum fyri umleið 1.000 krónur, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Løtu seinni fekk løgreglan fatur á tjóvinum, og alt tjóvagóðsið kom aftur í øllum góðum.

Tjóvurin, eitt vaksið fólk, er nú skuldsettur fyri stuldur.

Lítil samanstoytur í Klaksvík
Seint fyrrapartin í gjár kom ein fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Klaksvík.

Tveir bilar stoyttu saman, og vaktleiðarin sigur, at annar bilurin helt ikki sína víkiskyldu.

Nakað av materiellum skaða stóðst av óhappinum, men eingin fólkaskaði hendi.

Miðlarnir fregnast eisini eftir, nær vit kunnu vænta okkum at hoyra niðurstøðurnar av nøkrum eldsbrunum, ið hava verið hesa seinastu tíðina, og tað varð eisini spurt um hetta í morgun.

Talan er um eldin, sum var í einum goymslubygningi hjá Vágs Skipasmiðju seinast í desember í fjør, eldurin umborð á Slættabergi, sum var seinast í februar og so eldin í City Church í Havn, ið eisini var síðst i februar.

Í gjár kom eldur í Pizza No. 1 niðri í Vágsbotni, og tann eldurin skal eisini kannast av eldserfrøðingi hjá Føroya Politi seinni í vikuni.