Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Anton Søjberg og Marius Kryger Lindh vitja B36-Varpið

Anton Søjberg hevur skorað tvey mál í sinum fyrsta dysti, meðan Marius Kryger Lindh hevur skorað eitt mál og lagt upp til trý mál í sínum fyrstu tveimum dystum fyri B36

Í B36 Varpinum hósdagin kl. 16 eru gestirnir Anton Søjberg og Marius Kryger Lindh. Teir eru báðir byrjaðir í B36 sum eitt ódnarveður, har Anton fekk tvey mál í sínum fyrsta dysti, meðan Marius hevur gjørt eitt mál og tríggjar assists í teimum báðum fyrstu dystunum.

Tað er ikki so lætt at læra føroyskt eftir tveimum vikum, so hesuferð verður málið í B36 Varpinum danskt. Men vónandi hava fólk hug at lurta kortini. 

Sendingin er í dag, hósdagin, klokkan 16 á FM1.

Vertur er Ronnie Thomassen.

Sendingin verður endursend sunnudagin klokkan 13. Sendingin liggur somuleiðis á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Mouritsen’s Bussum.