Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskavøruútflutningurin vaksin 173 milliónir krónur

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2023 til januar 2024 var 12,6 milliardir krónur. Tað eru 30 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið

Útflutningurin í januar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið februar 2023 til januar 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin 173 milliónir krónur, ella 1,5 prosent. Vøksturin stavar serstakliga frá vøkstri í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli, ið er vaksi ávikavist 371 og 363 milliónir krónur.

Útflutningur av laksi minkaði 355 milliónir krónum, ella seks prosent. Hetta tí útflutta nøgdin av laksi er minkað nærum 10 túsund tons ella 11 prosent.

Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild og lodnu er farið upp. Útflutta virðið av lodnu er meira enn tvífaldað meðan nøgdin er farin upp við tveimum triðingum. Fyri sild er útflutningsvirðið fari upp við einum fimtaparti meðan nøgdin er farin upp við einum triðingi.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 februar – januarmunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans12.62412.594-30-0
Fiskavøruútflutningur11.62611.7991731
00900 – Laksur5.7435.388-355-6
01200 – Svartkjaftur16799-68-41
01300 – Toskur1.1411.012-129-11
01500 – Hýsa265188-76-29
02100 – Upsi329285-45-14
03600 – Sild52663110520
03800 – Makrelur1.1541.026-128-11
04001 – Lodna98199101103
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði941958172
09700 – Fiskamjøl46382736378
09800 – Lýsi156527371238
Annar fiskur642658163
Ikki fiskur998795-203-20
Kelda: Hagstova Føroya

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

Les eisini...  SÍ vann fimmsettara ímóti ÍF í oddadystinum í Bónus-kappingini

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 februar – januarmunur
 2022-232023-24tons%
Tilsamans610.868667.40756.5399
Fiskavøruútflutningur522.402586.99564.59312
00900 – Laksur83.80074.255-9.545-11
01200 – Svartkjaftur53.40433.208-20.197-38
01300 – Toskur20.92119.780-1.142-5
01500 – Hýsa8.6877.826-861-10
02100 – Upsi9.1477.648-1.499-16
03600 – Sild58.23178.01419.78434
03800 – Makrelur94.77793.174-1.603-2
04001 – Lodna14.15023.5009.35066
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði115.008141.78126.77323
09700 – Fiskamjøl33.26662.56329.29788
09800 – Lýsi7.70119.54611.845154
Annar fiskur23.31125.7022.39110
Ikki fiskur88.46680.412-8.054-9
Kelda: Hagstova Føroya