Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innflutningurin minkaður 1,2 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2023 til januar 2024 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella 9,4 prosent, minni enn undanfarna skeið

Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá februar 2023 til januar 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 589 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum fimm og seks krónur fyri liturin.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum er vaksin 208 milliónir krónur ella níggju prosent. Hetta er fyri tað mesta fiskur til framleiðslu og alifóður.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 februar – januarmunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans12.361,711.197,1-1.164,6-9,4
0 – Matvørur og livandi djór2.305,62.513,3207,79,0
1 – Drykkjuvørur og tubbak135,5143,47,95,8
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni355,5377,421,96,2
3 – Brennievni og aðrar oljur2.328,11.739,3-588,8-25,3
4 – Djóra- og plantuoljur239,5158,3-81,2-33,9
5 – Evnafrøðiligt tilfar1.001,1934,4-66,7-6,7
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.362,01.347,9-14,1-1,0
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør3.617,43.055,3-562,1-15,5
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur1.013,5927,5-86,0-8,5
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar3,40,2-3,2-94,4
Kelda: Hagstova Føroya

Um vit hyggja eftir hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 492 milliónir krónur ella 9,3 prosent. Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 189 milliónir krónur, ella 4,1 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av brennievni, flutningstólum og líknandi til nýtslu í framleiðsluni. 
 

Les eisini...  Rættarhjálpin fekk 842 fyrispurningar í fjør

Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 februar – januarmunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans12.361,611.197,0-1.164,6-9,4
Endalig nýtsla5.293,44.801,8-491,7-9,3
Nýtsla í framleiðsluni4.580,64.391,9-188,7-4,1
111 – Landbúnaður, skógbrúk, fiskivinna, matur, drekka, tubbak | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni1.504,61.532,828,21,9
211 – Námsvirki, grótbrot, reinsingarstøð, brennievni, evnindi, ravmagn, vatn, rusk viðgerð | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni312,2256,2-56,0-17,9
311 – Byggivirki, timbur, glas, grót, metal, bústaðir, eltól, húsbúni | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni1.616,41.471,6-144,8-9,0
411 – Vevnaður, klædnavørur, skógvar | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni175,4209,834,419,6
511 – Flutningstól og -tænastur, ferðing, posttænastur | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni528,9465,9-62,9-11,9
611 – KST, miðlar, teldur, handils- og fíggjartænastur | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni69,662,1-7,5-10,8
711 – Heilsa, heilivágur, útbúgving, mentan, ítróttur | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni355,9376,520,65,8
811 – Tað almenna, hervald og annað | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni17,717,0-0,7-3,9
Fastar bruttoíløgur2.487,62.003,4-484,2-19,5
Kelda: Hagstova Føroya