Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Havnarnevndin í Havn hevur havnað uppskotinum um tjóðleikhús á Eystari bryggju

Tjóðleikhúsið verður ikki bygt á Eystaru bryggju í Havn. Havnanevndin í Tórshavnar kommunu metir, at tað ikki er pláss fyri tjóðleikhúsinum á havnarøkinum, og hevur samtykt ikki at gera leigusáttmála um tjóðleikhús har

Við at hava tjóðleikhúsið á Eystaru bryggju, so skuldi hetta vera við til at skapa eina býargrind ella eitt portur inn til Havnina, har nýggj og gomul søga skuldi samantvinnast, men nú er líkt til, at tann ætlanin verður av ongum.

Tað skrivar in.fo.

Havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur í morgun samtykt ikki at gera leigusáttmála um tjóðleikhús á havnarøkinum, og at tað er gjørt eftir tilmæli frá havnarmeistaranum, Hanusi Mikkelsen.

– Eg meti ikki, at tað er pláss fyri at brúka 8.000 fermetrar av havnarøkinum til tjóðleikhús, tí at tað fer at gera arbeiðsumstøðurnar í Tórshavnar havn verri, og tað fer at gera ein part av íløgunum, sum eru gjørdar í Tórshavnar havn virðisleysar, sigur Hanus Mikkelsen við in.fo.

Tað er í síðsta enda Tórshavnar býráð, sum tekur avgerð í málinum, men vanliga verða avgerðir hjá havnarnevndini fylgdar.

Landsstýrið segði annars í september í fjør, at arbeiðið at útvega fígging til nýggja tjóðleikhúsið, sum skal byggjast á Eystaru Bryggju í Havn, ímillum Bursatanga og Farstøðina, skuldi setast ígongd.

MAP Arkitektar, ið vunnu uppskotið um tjóðleikhúsið, hava fyribils mett, at nýggja tjóðleikhúsið fer at kosta umleið 280 milliónir krónur.

Støðan:

Februar 2024

Kunningarfundur um verkætlanina hevur verði fyri brúkarabólkar.

November 2023

Landsverk og MAP arkitektar hava saman við Tórshavnar kommunu arbeitt við eini endaligar staðseting á Eystaru Bryggju. Fyrireikandi arbeiði í samband við verkætlanina er í gongd, millum annað kann nevnast at borikanningar eru settar í verk á Eystaru Bryggju og verkstova hevur verið saman við viðkomandi pørtum fyri verkætlanina. Fyri framman er arbeiði at søkja um uttanhýsis fígging til verkætlanina. Áðrenn hetta arbeiðið kann byrja skal ein heimildarlóg samtykkjast, hendan er farin í løgtingi.

September 2022

Les eisini...  Heilsufrøðiliga starvsstovan afturkallar avokadoir

Vinnarin av arkitektakappingini bleiv avdúkaður í Müllers Pakkhúsi 9. septembur 2022. Vinnarin bleiv MAP arkitektar. 

Mai 2022

Fimm arkitektatoymi eru undangóðkent at gera uppskot um nýtt Tjóðleikahús á eystara bryggju í Havn. 

Undangóðkendu arkitektatoymini eru: 

– Kontrast

– Henning Larsen North Atlantic

– MAP arkitektar

– SNA 

– Zeta Arkitektar/ Brim Arkitektar 

Uppskotini um nýtt Tjóðleikahús, skulu vera inni 25. august. 

Mars 2022

Kapping um staðseting varð avhildin á várið 2021 og vinnandi staðseting var við Bursatanga á Eystara havnarøki. 

Tórshavnar kommuna arbeiðir við einari heildarætlan fyri økið. Tá hetta arbeiðið er komið á mál, verður arkitektakapping um Tjóðleikahúsið útskrivað.  

Januar 2020

Arbeitt hevur verið til tillagingum í byggiskránni, og í mai 2018 varð farið kanningarferð til Danmarkar at hyggja eftir tjóðleikahúsum, sum svarar til støddina á hesi verkætlan. Á ferðini vóru umboð fyri Tjóðpall Føroya, Mentamálaráðið, Tórshavnar kommunu og Landsverk. Byggiskráin er síðani latin MMR, og bíðað verður eftir, at gongd aftur verður sett á verkætlanina.

Januar 2019

Eingin játtan er fyri 2019, men sannlíkt er, at játtan verður á fíggjarlógini fyri 2020. Verkætlanin er í eini tilgongd, har arbeitt verður við at fáa yvirtið grundstykkið, ið byggjast skal á.

Oktober 2018

Síðsta hond verður løgd á byggiskránna á heysti 2018.