Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

30 av 46 íbúgvum í italskari bygd stilla upp til bygdaráðsval

Tveir triðingar av íbúgvunum í italsku bygdini Ingria fara at stríðast um at koma í bygdarráðið, har millum annað borgarstjórin og mamma hansara eru á hvør sín lista

Seinastu ferð, at Igor De Santis stillaði upp til bygdaráðsvalið í lítla italska býnum nærhendis Torino, Ingria, so vann hann ein stóran valsigur. Men til komandi val fær hann harða kapping til sítt fjórða valskeið, nú mamma hansara stillar upp á einum øðrum lista.

Í Ingria, ein av minstu bygdunum í Italia, búgva 46 fólk, og 30 av 46 íbúgvunum hava stillað upp til valið, ið verður hildið í døgunum 8.-9. juni. Harumframt hava 26 fólk skrásett seg í veljaraskaran í bygdini, ið hava tilknýti til bygdina, men ikki búgva har.

42 ára gamli Igor De Santis hevur verið borgarstjóri í Ingria síðan 2009, og í ár var væntað, at hansara størsti kappingarneyti fór at vera 70 ára gamli Renato Poletto, sum er í andstøðu í bygdarráðnum í bygdini.

Men Poletto tók øll á bóli, tá hann kunngjørdi, at hann stuðlaði Milena Crosasso, og heitti á fólkini í bygdini at velja hana til valið í juni.

Tað merkisverda við hesum er, at Milena Crosasso er mamma núverandi borgarstjóra, Igor De Santis. Men mamman sigur, at hetta fer ikki at ávirka friðsemi í familjuni.

– Bæði sonur mín og eg vilja tað besta fyri okkara lítla samfelag, og hetta er ein møguleiki at geva kvinnunum í bygdini eina rødd, uttan at tað ávirkar sterku familjubondini her, sigur hon, sambært The Guardian.

Hóast hesa heldur óvanligu kappingina at gerast nýggjur borgarstjóri í Ingria, so sigur De Santis, at hann hevur góðar vónir at verða valdur aftur á fjórða sinni. Og tað liggur eisini til familjuna at hava eina borgmeistaraketu um hálsin, tí abbin hjá Igor De Santis var borgarstjóri í bygdini í 30 ár.

Les eisini...  Hoyvíkin fær egið valstað

Ingria liggur í Soana-dalinum í Italia, har tey uppliva somu avbjóðingar sum hinar bygdirnar nærhendis. Fólkatalið lækkar alsamt, italska stjórnin skarvar alsamt meira av játtanini til tænastur í økinum, har millum annað kavi er liggjandi í langa tíð um vetrarnar.

Síðan Ingria í 2022 fekk heiðurin sum ein av vakrastu bygdunum í Italia, hevur talið av ferðafólkum vaksið nógv, men tað er ikki nakað, sum íbúgvarnir í bygdini eru serliga glað fyri.

Kelda: The Guardian