Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvøroyrar kommuna: Skorsteinar kunnu vera 60 metrar høgir

Umhvørvismálaráðið hevur góðkent broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu

Í samband við, at Varðin Pelagic hevur fingið loyvi frá Tvøroyrar kommunu at byggja ein protein og lýsiverksmiðju, so skuldi byggisamtyktarteksturin fyri havnarøki, §29: Øki D, stk. 4 broytast, um umhvørvisgóðkenningin, sum Varðin Pelagic arbeiðir við, fór at fáa góðkenning av Umhvørvisstovuni, og tað hevur Umhvørvisstovan givið í dag.

Nýggja orðingin ljóðar soleiðis: “Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.”

Sambært §7, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir skal kommunan kunngera byggisamtyktina, beinanvegin hon er góðkend”.

Byggisamtyktin kemur sostatt í gildi beinanvegin.

Byggisamtyktin fevnir um alla Tvøroyrar kommunu, innan- og uttangarðs, og er galdandi í tann mun, um annað ikki er ásett við serstøkum byggisamtyktum fyri partar av kommununi.

Varðin Pelagic kann byggja ein 60 metra høgan skorstein á Tvøroyri
Hetta merkir, at Varðin Pelagic fær loyvi frá Tvøroyrar kommunu at fylla út sjóøki eystan fyri verandi virkisbygningin, har byggjast skal nýggj protein & lýsuverksmiðja, orkuverk, goymslubygningur og kaikantur við meira.

Í umsóknini, sum Varðin Pelagic í desember í 2022 læt Tvøroyarar kommunu, stendur, at Varðin skal byggja ein bygning, ið skal rúma 1.600 tons.

Kaiøkið skal eisini víðkast umleið 100 metrar eystureftir, og ætlanin er eisini at gera nýggja kaisíðu frá verandi kai við móttøkubygningi og umleið 140 metrar eystureftir.

Dýpið fram við kaiini skal vera 12 metrar. Ketilrúmið til fabrikkina er staðsett norðanfyri virkið í egnum bygningi. Vestanfyri ketilrúmið skal ein 60 metrar høgur skorsteinur setast upp.

Les eisini...  Miðil: Jónas besta avrik higartil á Guernsey

Verandi virkisbygningur skal eisini víðkast við 250 fermetrum eystureftir.

Tað verður fyritøkan Haarslev, ið væntandi fer at veita fabrikkina sum eina heildarloysn, meðan Jysk Skorstens Service fer at veita skorsteinin, skrivar Varðin Pelagic í umsóknini.