Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Endaði við at spæla og skora ímóti liðfeløgum

Teir ferðaðust sum liðfelagar til dystin, men brádliga skifti hann lið og skoraði ímóti gomlu liðfeløgunum.

Tann 7. februar 1925 ferðaðist Albert Pape til Manchester sum Clapton Orient leikari, men endaði við at skora ímóti teimum sum Manchester United leikari!

Undan kappingarárinum 1924-25 skifti miðframherjin Albert Pape frá 1. deildarfelagnum Notts County til 2. deildarfelagið Clapton Orient (seinni nevnt Leyton Orient). Í 8 mánaðir skoraði hann 11 mál í 24 dystum.

Í februar var hann saman við liðnum, meðan teir fyrireikaðu seg til túrin til Old Trafford, men áðrenn teir fóru úr London, fekk sjefurin hjá Orient, Peter Proudfoot, eina telefonuppringing frá felagsstjóranum hjá Manchester United, John Chapman, sum bjóðaði upp á Pape, tí Manchester United hevði júst selt stjørnuáleyparan, Bill Henderson, til Preston North End.

Feløgini samdust um eina upphædd á £1.070. Tá so tokið steðgaði í Piccadilly tokstøðini í Manchester stutt eftir middag, møttust Pape við embætismonnum hjá Manchester fyri at semjast um persónligu treytirnar. Tað gekk skjótt, tí Pape átti familju nærindis Bolton og var vinmaður hjá Manchester United liðskiparanum Frank Barson. Pappírini vórðu send til fótbóltssambandið kl. 13.30.

Ein tíma undan dystarbyrjan kom loyvið í rættlag og hóast hann staðið í liðuppstillingini hjá Orient, fór hann yvir til mótstøðuliðið bara fáar minuttir undan dystarbyrjan. Hann fekk eina góða byrjan, tá hann skoraði triðja málið í 4-2 sigrinum hjá Manchester United umframt, at hann skallaði bóltin á stongina ímóti dystarenda.

Maður kemur í mans stað og í staðin spældi skotski áleyparin Charlie Rennox á høgra vongi hjá Clapton Orient. Rennox man hava gjørt tað gott, tí stutt eftir keypti Manchester United eisini hann. Endin varð, at Manchester United flutti upp í bestu deildina.

Les eisini...  Gundogan gjørdist sigursharri á Wembley

Hóast eitt blað seinni kallaði keypið fyri “ein tann størsta handilslistin yvirhøvur”, so spældi Pape bert 18 dystir og skoraði 5 mál sum United-leikari, áðrenn hann skifti til Fulham í byrjanini av kappingarárinum 1925-26. Hann hevði ongan hug at skifta, men fekk loyvi til at búgva í Bolton og venja við Manchester United. Fimm mánaðir seinni møttust liðini í 6. Umfari av FA Cuppini, men hóast Pape skoraði, so vann Manchester United 2-1.