Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj kaffistova á Sandi

Café Retro lat upp á Sandi í gjár og undirtøkan var framúr.

Í gjár lat nýggj kaffistova upp á Sandi. Tað eru hjúnini Barbara Tindskarð Jacobsen og Dávur Jacobsen, sum eiga og reka kaffistovuna, ið verður kallað Café Retro.

Hjúnini byggja á familju traditión, tí á Heimasandsvegi 44 hevur áður verið matstova, fyrst tá mamma Barbarau Tindskarð Jacobsen lat upp 10 august í 1972, síðan tá omma Barbaru Tindskarð Jacobsen tók yvir.

Nú hava Barbara Tindskarð Jacobsen og Dávur Jacobsen valt at búsett seg á Sandi og opnað Café Retro, og hóast tað áður hevur verið ein matstova at finna á bústaðnum, er hetta sostatt fyrstuferð at ein kaffistova (café) er opna á Heimasandsvegi 44.

Tørvurin hevur verið stórur á einari kaffistovu á Sandi.

– Inntil víðari er tað meira Føroyingar sum koma, men vit møta fleiri og fleiri útlendingum, nú tá tað er blívi lættari við undirsjóvartunnlinum, og trúgvi at tað fer bara at vaksa, sigur Michael Johannesen, stjóri á Visit Sandoy

Hjúnini, Barbara Tindskarð Jacobsen og Dávur Jacobsen, áttu Kiosk Aktiv, men valdu at selja og flyta suður til Sands at opna Café Retro.

– Tað er bara av tí at tunnilin kom, sigur Dávur Jacobsen. Annars hevði eg ongan veg fari.

Café Retro lat upp í gjár, og eigararnar lata væl at. Soleiðis skriva tey á Facebook í dag: