Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brazil vann bókstavliga HM-steypið

Tann 21. Juni 1970 gjørdist Brazil fyrsta liðið, sum vann trý HM-steyp, tá teir vunnu 4-1 á Italia í finaluni.

Tann 21. Juni 1970 gjørdist Brazil fyrsta liðið, sum vann trý HM-steyp, tá teir vunnu 4-1 á Italia í finaluni. Pelé gjørdist samstundis fyrsti – og higartil einasti – leikarin, sum hevur vunnið trý steyp og venjarin hjá Brazil, Mário Zagallo, gjørdist fyrsti persónurin, ið vann bæði sum leikari og venjari.

107.412 áskoðarar hugdu at á Estadio Azteca í Mexico City, tá Pelé byrjaði málveitsluna við einum máttmiklum skallara í 18. minutti. Italia javnaði í 37. minutti, tá brasilski málverjin, Félix, og verjuleikarin, Hércules Brito, misskiltu hvønnannan. Tá málmaðurin spurtaði út út málinum fyri at steðga italska álopinum, kom Brito ímillum og bólturin støkk til italska áleyparan, Roberto Boninsegna, sum snaraði sær á og sendi bóltin í tóma málið við vinstra beininum.

Tað stóð 1-1 í steðginum, men seinna hálvleik átti Brazil. Gérson legði Brazil á odda 2-1 við einum langskoti móti handaru stong í 66. Minutti. Fimm minuttir seinni sendi sami Gérson eina langa sending fram í italska brotsteigin, har Pelé skallaði bóltin fyri føturnar á Jairzinho, sum kom tysjandi inn í 5-meturin og í harðari kapprenning trýsti bóltin inn. Málveitslan endaði í 86, minutti, tá eitt sera neyvt uppspæl, har átta ymiskir brasilskir leikarar luttóku, endaði við, at Pelé legði bóltin til liðskiparan og høgra bakkin, Carlos Alberto, sum smekkaði bóltin í málið frá 15-metrum. Tað var eitt framúrskarandi dømi um samba-spælið hjá Brazil ella Joga Bonito.

Tá ið Brazil vann fyri 3. ferð, so sluppu teir at eiga steypið. Ólukkutíð var tað stolið í 1983 og er ongantíð komið afturíaftur.