Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

70-ára gamal svam um Ermarsundið

Tann 18. juni svam hin 70 ára gamli skotin, Graeme Souness, um Ermarsundið. Hann byrjaði eina pengainnsavning fyri DEBRA, sum er ein vælgerðarstovnur, ið roynir at finna leking ímóti epidermolysis bullosa (sum m.a. kann føra til eitt slag av húðkrabba) í mai 2023

Tann 18. juni svam hin 70 ára gamli skotin, Graeme Souness, um Ermarsundið. Hann byrjaði eina pengainnsavning fyri DEBRA, sum er ein vælgerðarstovnur, ið roynir at finna leking ímóti epidermolysis bullosa (sum m.a. kann føra til eitt slag av húðkrabba) í mai 2023. Sum liður í pengainnsavningini kunngjørdi hann, at hann ætlaði at svimja um Ermarsundið. Tann 18. juni 2023 fullførdi hann svimjingina í einari vátdrakt saman við fimm øðrum. Tey svumu stafett og savnaðu £1 millión til góðgerðararbeiðið.

Graeme Souness, sum varð føddur 6. mai 1953 í Edinburgh í Skotlandi, var ein sannur miðvallarsnillingur, sum hoyrir heima á besta liðnum hjá Liverpool nakrantíð. Hann vísti seg fyrstu ferð fram á unglingaliðnum hjá Tottenham, sum stóð seg sera væl í FA Cup kappingini. Tað vóru fýra finalur íalt og hann skoraði i fyrstu og fjórðu, men varð vístur út í tí triðju. Sum 17 ára gamalur bankaði hann á dyrnar hjá felagsstjóranum Bill Nicholson og kravdi at fáa ein ærligan møguleika á fyrstaliðnum. Bill var ikki samdur og Souness rýmdi heimaftur til Skotlands. Souness spældi 10 dystir fyri Montreal Olympique í North American Soccer League, áðrenn Tottenham seldi hann til Middlesbrough í 1973 fyri £30.000. Einasti dysturin, sum Souness spældi fyri Tottenham, var, tá hann varð innskiftur í einum europeiskum dysti ímóti íslendska felagnum Keflavík.

Jack Charlton, sum var felagsstjóri hjá Middlesbrough, mátti ferð eftir ferð minna hann á, hvussu hann skuldi bera seg at sum leikari – eisini uttan fyri vøllin. Í 1978 var aftur galið og hann varð biðin um at taka eina viku frí. Ímeðan varð hann uppringdur av besta liðnum í Europa – Liverpool Football Club. Feløgini vórðu samd um £352.000, sum eisini var metstóra upphædd millum tvey ensk feløg, £2.000 meira enn Manchester United rindaði fyri Joe Jordan frá Leeds eina viku frammanundan.

Souness skoraði fyrsta málið ímóti Manchester United og málið varð kosið besta málið á mánaðinum av BBC. Stundum byrjaði hann og stundum sat hann á bonkinum, men kappingarárið endaði sera væl, tá hann legði upp til Dalglish, sum skoraði sigursmálið í Europa Cup finaluni fyri meistaralið bert fýra mánaðir eftir, at hann hevði skift felag. Graeme Souness var drívmegin á miðvøllinum hjá Liverpool og hann stýrdi spælinum saman við Terry McDermott, tá Liverpool vann meistaraheitið í 1979 og 1980. Hann gekk undan sum fyrimynd og skoraði eitt hattrikk ímóti CSKA Sofia í fjórðingsfinaluni, tá Liverpool aftur vann fremsta europeiska steypið. Steypini komu í stríðum streymi og øll dugdu at síggja, at Souness var stjørnuleikarin. Um jóltíðir 1981 tapti Liverpool 3-1 fyri Manchester City og liðið lá á 12. plássi. Bob Paisley visti, at okkurt mátti gerast og at hann mátti taka eina álvarsama uppgerð. Hann gav Souness liðførarabandið í staðin fyri Phil Thompson og tað kostaði vinalagið leikaranna millum.

Les eisini...  Finaluplássið hjá Fleyr í klønum tráð eftir ósigur fyri KÍF

Kappingarárið 1983-84 var tað seinasta hjá Souness á Reyða liðnum og hann var við til at vinna meistaraheitið triðja árið á rað. Hann avgjørdi League Cup finaluna ímóti Everton. Í Europa Cuppini fyri meistaralið vann Liverpool allar dystirnar á útivølli og serliga hálvfinalan ímóti Dinamo Bucharest var minnilig hansara vegna, tí teir løgdu hann undir at hava brotið kjálkabeinið á einum liðfelaga, men Souness svaraði aftur við at skara framúr. Europa Cup finalan var farvældysturin hjá Souness og hann endaði hjá Sampdoria.

Hann var við til at vinna italsku steypakappingina og skoraði eisini í finaluni. Eftir tvey væleydnað ár í Italia vendi hann heimaftur til heimlandið, har hann gjørdist spælandi-felagsstjóri hjá Glasgow Rangers, sum vann fyrsta meistaraheitið síðani 1978. Bruce Grobbelaar, Sammy Lee og Ronnie Whelan viðurkenna allir, at Souness og ikki Kenny Dalglish er besti leikari hjá Liverpool nakrantíð. Tað er ongin ivi um, at Souness eigur at verða mintur sum ein tann besti í reyðu blusuni nakrantíð.

Graeme Souness vendi aftur til Liverpool sum felagsstjóri í februar 1991, men kom ikki væl frá uppgávuni og varð longu koyrdur í januar 1994.