Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Queen’s Park FC – Skotska undangongufelagið fyllir 156 ár

Millum kendu leikararnir gjøgnum tíðina kann nevnast Sir Alex Ferguson (1957-1960).

Queen’s Park Football Club varð stovnað tann 9. juli 1867 í Glasgow við hesum orðum: “Í kvøld kl. 20 møttust fleiri harrar á No 3 Eglinton Terrace við tí endamáli at stovna eitt fótbóltsfelag.” Felagið er elsta fótbóltsfelag uttan fyri Ongland og Wales, hóast Foot-Ball Club varð stovnað í Edinburgh í Skotlandi í 1824. Felagið má ikki miskennast fyri Queens Park Rangers, sum hoyrir heima í London.

Queen’s Park FC er eitt eindømi og ein forvitnisligur varði í skotskum fótbólti. Tað sermerkta er, at tað spældi sum eitt reindyrkað áhugafelag fyrstu 152 árini í yrkisdeildini, áðrenn limirnir viðtóku yrkisfótbólt tann 14. november 2019. Harafturat var heimavøllurin hjá felagnum væl kenda Hampden Park, sum eisini er tjóðarleikvøllurin hjá Skotlandi og felagið fær heiðurin fyri samanspælið.

Fyrrverandi áhugafelagið Queen’s Park FC hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum og sálini hjá skotskum fótbólti:

  • Felagið átti tjóðarleikvøllin hjá skotskum fótbólti, Hampden Park, fram til august 2020
  • Felagið verður roknað sum tað, sum innførdi avleveringsspælið í nýmótans fótbólti

Í reglugerðini hjá felagnum stóð, at ongin leikari á liðnum hevði loyvi til at vera yrkisleikari. Felagið var sostatt einasta áhugafelagið í teimum fýra yrkisdeildunum í Skotlandi. Slagorðið hjá felagnum vars: “Ludere causa Ludendi” – at spæla fyri spælið skyld. Queen’s Park var ógvuliga stolt av, at ongin leikari nakrantíð í søgu felagsins hevur tikið ímóti gjaldi av nøkrum slagi fyri at spæla fótbólt fyri Queen’s Park FC. Einasta gjaldið, leikararnir fingu, var fyri ferðaútreiðslur og dystir.

Liðið spældi fyrsta dystin tann 1. august 1868 og vann 2-0 á einum Glasgow-liðið, sum kallaðist fyri Thistle FC. Felagið hevur mestsum altíð spælt í svørt-hvítu fiskabeinsblusunum (har strípurnar ganga upp á tvørs).

Les eisini...  Bókingarskipanin BARN hjá Tórshavnar kommunu verður sløkt í dag

Stóð aftan fyri fyrstu stigvísu broytingina hjá fótbóltsspælinum

Nútímans fótbóltsspælið byrjaði orsakað av gongdini av ídnaðarkollveltingini í Onglandi og Skotlandi í endanum av 18. øld og byrjanini av 19. øld.

Í 1870-árunum byrjaðu venjararnir hjá Queen’s Park at takast við sokallaða “samanspælið”. Hugskotið var, at í staðin fyri, at einstakir leikarar skuldu førka og dribbla bóltin, til teir mistu hann (bakkaðir upp av øðrum áleyparum, sum høvdu til uppgávu at taka nærdystin aftan á bólttap), skuldu hinir níggju útileikararnir heldur royna at avlevera sínámillum. Fyri á tann hátt at taka seg framvið mótstøðuni fyri at koma nærri málinum hjá mótstøðuliðnum. Queen’s Park legði seg meira eftir, hvussu liðið kundi spæla sum ein eind heldur enn eftir avrikinum hjá hinum einstaka, sum ráddi fyri borgum tá í tíðini. Á tann hátt stóð Queen’s Park fyri menningini av nútímans fótbóltsspælinum.

Heimsins fyrsti landsdystur

Skotland og Ongland møttust í tí sum verður roknað sum tíðarinnar fyrsti landsdystur. Dysturin varð spældur tann 30. november 1872 á vøllinum hjá West of Scotland Cricket Club í Skotlandi. Ikki færri enn 4.000 áskoðarar sóu dystin og ein javnur dystur endaði 0-0. Á skotska liðnum vóru allir 11 leikararnir frá Queen’s Park Football Club, meðan enska landsliðið var umboðað av níggju ymiskum feløgum. Skotland spældi við einari 2-2-6 leikskipan, meðan Ongland hevði 1-1-8 leikskipan.

Frágreiðingar frá dystinum siga frá einum skotskum liði, sum í spælkunnleika (taktikki) var stinnari enn enska mótstøðuliðið, men at denturin hjá Onglandi á kropsligt og eitt meira harðligt spæl hevði við sær, at teir stóðu seg undir dystinum. Sjálvandi hevði skotska liðið betri tamarhald á samanspælinum orsakað av, at allir leikararnir komu frá sama felag. Frá somu stund og frameftir kom áskoðanin hjá Queen’s Park um at menna eitt framkomið avleveringsspæl við góðum bóltførleika, til at fáa stóran týdning fyri menningina hjá fótbóltsspælinum.

Les eisini...  Netanyahu: - Øll, ið fremja terror, enda í fongsul ella í grøvini

Tvær ferðir tveyari í ensku steypafinaluni

Tey fyrstu árini fingu skotsku liðini innbjóðing til at spæla við í ensku steypakappingini. Queen’s Park FC stóð seg so væl, at felagið tvær ferðir endaði sum tveyari í kappingini og einasta skotska felagið, sum hevur spælt í ensku steypafinaluni. Í 1884 tapti felagið 1-2 fyri Blackburn Rovers og árið eftir 0-2 fyri sama felag. Kappingarárið 1889-87 var seinasta kappingarár, har Queen’s Park royndi seg í ensku steypakappingini. Onki annað skotskt felag hevur spælt í finaluni, men í 1927 vann valisiska Cardiff á Arsenal.

Skotskir fótbóltsleikarar og burturflyting

Tað var ikki fyrr enn í 1885, at henda taktiska “nýskapanin” byrjaði at røkka enskum fótbólti, í tíðini tá enska yrkisdeildin sá dagsins ljós. Tey allarflestu feløgini høvdu tá eina kjarnu av skotskum leikarum, ið sum sagt dugdu avleveringsspælið. Uppaftur fleiri skotskir fótbóltsleikarar fluttu suður um markið, av tí at har kundu teir tvífalda sína løn, og harafturat sluppu undan at arbeiða í námunum, sum rættiliga nógvir gjørdu. Síðani tá hevur skotskur fótbóltur verið ein týdningarmikil kelda til at útvega spælarar til enskan fótbólt. Og upprunin og útbreiðslan av “avleveringsspælinum” hendi gjøgnum skotsku burturflytingina til enskan og altjóða fótbólt.

Robert Smyth McColl spældi í tveimum umførum fyri Queen’s Park (1894-1901 og 1907-12) og skoraði 13 mál í 13 landsdystum fyri Skotland. Í 1901 stovnaði hann saman við bróðrinum sølubúðsketuna RS McColl, sum Robert Smyth eisini legði navn til.

3. flestar steypasigrar í Skotlandi

Við 10 skotskum steypasigrum er Queen’s Park FC 3. mest vinnandi liðið eftir Celtic og Glasgow Rangers, hóast felagið ikki hevur vunnið steypakappingina síðani 1893. Felagið var eisini fyrsti vinnarin í 1874 og áttu metið í 51 ár, til Celtic vann steypið fyri 11. ferð í 1925.

Les eisini...  Hvør skal steðga Djokovic?

Tvær uppflytingar á rað

Síðani felagið innførdi yrkisfótbólt í november 2019 hevur felagið havt viðgongd í landskappingini. Í 2021-22 tryggjað felagið sær aðru uppflytingina á rað til næstbestu deildina, Scottish Championship. Tað var eisini um reppið, at felagið flutti upp í bestu deildina í 2022-23, men liðið tapti frásáldingardystin fyri sambýarliðnum Partick Thistle. Nýggjur venjari hjá felagnum er Robin Veldman, sum hevur roynt seg sum ungdómsvenjara hjá Ajax Amsterdam, og fyribils og hjálparvenjari hjá Anderlecht.

Nýggjan heimavøll

Felagið skal flyta inn á Lesser Hampden, sum skal rúma 12.000 áskoðarum, har av 1.774 skulu vera sitipláss. Ímeðan spælir Queen’s Park kappingarárið 2023-24 á Hampden Park, meðan ungdómslandsliðini hjá Skotlandi kunnu venja á Lesser Hampden. Klubbhúsið verður nevnt JB McAlpine Pavilion eftir James Barbour McAlpine, sum spældi fyri Queen’s Park frá 1919 til 1993, har hann spældi 547 dystir og skoraði 192 mál. Hann gjørdist seinni nevndarlimur og síðani formaður í felagnum frá 1953-1955.