Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hann verður skírdur “Sir”

6. november 1986 varð hann settur í starv hjá Manchester United.

Tann 31. desember 1941 var Alexander Chapman Ferguson borin í heim í húsunum hjá ommuni á Shieldhall Road í skipasmíðsbýarpartinum Govan í Glasgow. Alex Ferguson spældi eisini m.a. fyri Glasgow Rangers sum miðframherji.

Tá ið hann sjálvur hevði sett gaggurnar á hillina, fór hann venjaravegin, har hann byrjaði hjá East Stirlingshire í 1974, men longu sama ár, varð hann freistaður til at taka við hjá St. Mirren, sum var eitt størri felag, eftir ráðum frá Jock Stein. Hóast hann vann næstbestu deildina við felagnum, so fekk hann sekkin, tí hann hevði samráðst við Aberdeen uttan, at felag hansara visti av.

Hann endaði kortini í Aberdeen í juni 1978 og har kom verulig glið á venjarayrkið, tí hann vann meistaraheitið í 1979-80, 1983-84 og 1984-85, og steypakappingina í 1981-82, 1982-83, 1983-84 og 1985-86 umframt Europa Cup fyri steypavinnarar í 1982-83 á Real Madrid. Í 1980 vitjaði Ferguson við Aberdeen í Gundadali og skotska meistaraliðið vann 5-1 á einum styrktum HB-liði.

Jock Stein tók við sum skotskur landsliðsvenjari á øðrum sinni í 1978 og nú gekk væl betri. Liðið vann seg fyri 4. ferð á rað til HM-endaspæl í 1986, men undir skakandi umstøðum. Liðið skuldi hava eitt stig í seinasta undankappingardystinum tann 10. september fyri at kunna spæla frásáldingardystir ímóti Australia. Wales førdi 1-0, tá níggju minuttir vóru eftir at spæla, men Skotland varð tillutað eitt brotsspark, sum Davie Cooper róliga skoraði uppá. Javnleikurin hevði við sær, at Skotland vann seg víðari, men nógv hevur staðið á, tí meðan leikarar og fjepparar fegnaðust, so fekk Jock Stein ein hjartatilburð og hann doyði stutt eftir; bara 62 ára gamalur. Hann stríddist við vætufylling í lungunum, men steðgaði at taka heilivág undan dystinum, so hann ikki varð órógvaður av hjáárini, men tað toldi hjartað ikki.

Les eisini...  Manchester United tapa enn einaferð á útivølli

Hjálparvenjarin, navnframi Alex Ferguson, tók við og Skotland vann seg til HM-endaspælið árið eftir eftir 2-0 í tveimum dystum ímóti Australia. Undir leiðslu av Alex Ferguson fekk Skotland eitt stig í einum javnleiki ímóti Uruguay, men tapti fyri bæði Danmark og Vesturtýsklandi undir endaspælinum.

Skotland syrgdi framvegis brádliga deyðan hjá skotska stórmenninum, Jock Stein.

6. november 1986 varð Sir Alex Ferguson settur í starv sum felagsstjóri hjá Manchester United. Beinanvegin skipaði hann tríggjar fórbóltsskúlar: Í Manchester, í Durham uttan fyri Newcastle og í Belfast. Hann setti eina rúgvu av talentleitarum í starv og boðini vóru púra greið: “Gevið mær vengur!”

Byrjanin við United var sera skinklut, tí United endaði á 11. plássi fyrsta árið, á 2. plássi eftir Liverpool annað árið og 3. árið aftur á 11. plássi. Miðskeiðis í 4. kappingarárinum lá liðið á 15. plássi, tí liðið vann bert tvey stig í átta dystum millum 25. november og 1. januar, men United helt fast og Ferguson vann teimum FA Cup tað árið.

Manchester United vann FA Cup Youth í 1992. Á vinnandi liðnum vóru Ryan Giggs, David Beckham og Gary Neville. Tann bólkurin gjørdist kjarnan, tá Alex Ferguson royndi at styrkja liðið við leikarum, sum fjølmiðlarnir kallaðu “nýfloygdu ungarnir hjá Fergie” í einari roynd at samanbera við “Busby Babes” hjá Sir Matt Busby. Ferguson tók eisini metið frá júst Busby sum longst sitandi felagsstjóri hjá Manchester United.

Samanlagt vann Sir Alex Ferguson 13 meistaraheiti, 4 FA Cup finalur, 4 League Cup finalur og 2 UEFA Cahmpions League steyp, áðrenn hann gavst sum venjari í 2013.

Les eisini...  Gundogan gjørdist sigursharri á Wembley

Hann vann eina ørgrynnu av persónligum heiðrum, m.a. 11 ferðir ársins venjari. Hann varð útnevndur til riddara í 1999 av Elizabeth 2. av Onglandi fyri íkastið til fótbóltsspælið.