Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvídráttur førdi til nýggja fremstu deild

Tann 17. juli 1991 settu tey 22 feløgini í ensku 1. deildini ætlanina hjá Upprunalimunum í verk, har øll feløgini samtyktu at skipa eina nýggja deild, sum breyt frá og varð skilt sundur frá verandi Fótbóltsdeildini.

Tann 17. juli 1991 settu tey 22 feløgini í ensku 1. deildini ætlanina hjá Upprunalimunum í verk, har øll feløgini samtyktu at skipa eina nýggja deild, sum breyt frá og varð skilt sundur frá verandi Fótbóltsdeildini. Nýggja Fótbóltsdeildin kallað the Premier League, loysti 1. deild av sum ovasta deidlin í enskum fótbólti.

Tað vóru serliga fimm lið, sum gingu undan – Arsenal, Everton, Liverpool, Manchester United og Tottenham Hotspur – tí fleiri av teimum 90 feløgunum vóru stúrin um skipanina. Serliga vóru undangongufeløgini ónøgd við tað sannroynd, at øll 90 feløgini frá 1. til 4. deild í Fótbóltsdeildini høvdu somu medávirkan á avgerðir. Tey hildu eisini, at Fótbóltsdeildin ikki gagnnýtti fyrimunin av inntøkum frá sjónvarpsavtalum til fulnar. Í roynd og veru var ein av “grundleggjandi meginreglunum”, sum Upprunalimirnir bóru fram, hvussu sjónvarpsinntøkurnar skuldu býtast, har 50% skuldu deilast javnt millum limafeløgini, 25% skuldu býtast eftir endastøðuni á stigatalvuni og síðstu 25% skuldu býtast javnt millum heima- og útilið í hvørjum sjónvarpsdysti sær.

Avtalan bar við sær, at skipanin við upp- og niðurflyting helt áfram, sum var tann nýggja Premier League besta deildin í Fótbóltsdeildini, har Premier League-lið eisini høvdu rætt til at luttaka í FA Cup og League Cup-kappingum. Uppbýtið hevur ført til villleiðandi heiti, tí gamla 2. til 4. deild nú eita ávikavist Championship, League One og League Two.

Upprunaliga høvdu Upprunalimirnir ætlað, at nýggja Premier League skuldi virka undir leiðslu av enska fótbóltssambandinum, men stutt eftir breyt Premier League eisini frá fótbóltssambandinum og tann 22. mai 1992 varð eitt nýtt partafelag stovnað, sum fekk heitið the Football Association Premier League Limited.

Les eisini...  Netanyahu: - Øll, ið fremja terror, enda í fongsul ella í grøvini

Tann nýggja Premier League fór av bakkastokki kappingarárið 1992-93 við hesum liðum: Arsenal, Aston Villa, Blackburn Rovers, Chelsea, Coventry City, Crystal Palace, Everton, Ipswich Town, Leeds United, Liverpool, Manchester City, Manchester United , Middlesbrough, Norwich City, Nottingham Forest, Oldham Athletic, Queens Park Rangers, Sheffield United, Sheffield Wednesday, Southampton, Tottenham Hotspur og Wimbledon.

Manchester United vann fyrsta Premier League-meistaraheitið. Síðani tá hava sjey feløg vunnið tað: Manchester United, Arsenal, Chelsea, Manchester City, Blackburn Rovers, Leicester City og Liverpool.