Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aganevndin: Tær brasilsku í 07 Vestur kunnu skifta felag

07 Vestur fær ikki viðhald í trimum kærum um spælaraskifti, tí Aganevndin metir, at tríggir spælarar hjá 07 Vestur hava verið áhugaspælarar, og eru tí ikki bundnir at nøkrum sáttmála við 07 Vestur

Við kappingarbyrjan í ár í bestu kvinnudeildini í fótbólti vóru tríggir brasilianskir spælarar knýttir at 07 Vestur, men nú er eingin eftir. Allar tríggjar hava skift felag í flytingarglugganum í summar. Evelin Mastropasqua hevur skift til B36, meðan Katlyn Ferreira Soares og Carol Assis Silva hava skift til EB/Streym/Skála

Tann 23. juni í ár mótmælti 07 mótvegis FSF, at flyta loyvisbrævið hjá Evelin da Silva Mastropasgua frá 07 Vestur til B36 eftir umbøn frá B36, sum er skrásett í FSF tann 15. juni. Eisini mótmælti 07 Vestur skiftið hjá Katlyn Ferreira Soares til EB/Streym Skála, ið er skrásett í Comet-skipanini hjá FSF tann 25. juni, og 07 Vestur kærdi eisini skiftið hjá Carol Assis Silva til EB/Streym/Skála, sum er skrásett tann 29. juni.

Í øllum trimum førum mótmælir 07 Vestur hesi spælaraskifti, tí 07 Vestur metir, at peningalig viðurskifti millum spælara og felag ikki eru avgreidd. Felagið vísir til avtalur við peningaligum bindingum fyri felagið sum eitt nú ferðaútreiðslur, húsaleigu og limagjald hjá hesum spælarum.

Men í øllum trimum førum metir Aganevndin hjá FSF, at privatrættarligar avtalur við fíggjarligum bindingum fyri felagið og spælararnar ikki eru tengdar at einari ítróttarligari avtalu millum felag og spælara. Ella sagt við øðrum orðum; Aganevndin metir, at spælararnir hava verið áhugaspælarar í 07 Vestur, og eru tí ikki knýttar at nøkrum sáttmála, sum bindur tær til felagið eitt ávíst tíðarskeið.

Hesir spælararnir kunnu tí skifta felag, og Evelin da Silva Mastropasgua hevur longu spælt sín fyrsta dyst fyri nýggja felag sítt, B36, tá hon og B36 tann 1. juli vunnu 5-0 móti júst gamla felagnum hjá Evelin, 07 Vestur.