Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reyðir blokkar og rúkandi ill foreldur, partur 1: – Ákæran og verjan

Fyrr í september mánaða kundu vit avdúka, at næmingar á Glasir vóru heimsendir, vegna brot á lestrar- og skilhaldsreglurnar á skúlanum. Tey fingu frátikið rættin til undirvísing í tveir dagar. Vit tosaðu tá við nakrar næmingar, ið kendu seg órættvíst viðfarnar. Næmingar, ið søgdu seg ikki hava havt nakað við umtalaða straffbarlistan at gera. Vit grava her longur niður í málið

Listin, ið elvdi til stóra happing á skúlanum og frátøku av rættinum til undirvísing. Listin, ið fekk táverandi talspersón í næmingarráðnum at kalla leiðsluna á Glasir fyri ábyrgdarleysa fyri at senda ósekar næmingar til hús í nakrar dagar. Fleiri foreldur hava sagt okkum, at tey ynskja at kæra avgerðina. Hesaferð hyggja vit nærri at ákæruni og verjuni.

Ákæran

Síðani hetta málið kom fram í miðlunum, hava fleiri foreldur og næmingar vent sær til okkara. Vit hava fingið innlit í skjalið sum varð sent ákærdu næmingunum, har leiðslan á Glasir millum annað skrivar soleiðis: “Við at luttaka í at gera/spjaða sokallaða “strafflistan” hevur tú brotið skilhaldsreglurnar á Glasi”.

Her vísur leiðslan til brotið í skilhaldsreglunum um happing, har tað stendur: “Niðrandi tala og sálarligur- og likamligur harðskapur verður undir ongum umstøðum góðtikin  á Glasi. Einki slag av happing verður góðtikið. Tað verður ikki góðtikið, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atburði. Hetta merkir millum annað, at vit vísa hvørjum øðrum virðing og leggja æru í at stuðla og hjálpa hvørjum øðrum. Øll hava skyldu at boða frá, um onkur verður happað/-ur við atburði, við orðum, á netinum ella á annan hátt, so happingin kann basast, og øll kunnu trívast.  

Vit hava vent okkum til rektaran á Glasir, fyri at frætta nærri um hesa ákæru. Grundreglan í einum og hvørjum rættarsamfelagið er, at ein er ósekur, inntil ein er prógvaður sekur. Við hesum í huga, spyrja vit, hvørji prógv eru fyri, at viðkomandi næmingar vóru sekir í ákærunum. – Vit fingu fráboðan um nakrar næmingar, sum høvdu verið til staðar heima hjá einum næmingi, tá listarnir vóru skrivaðir. Hesar næmingar tosaðu vit við. Nakrir næmingar játtaðu at hava verið til staðar og teir vistu, at arbeitt varð við straffbarlistanum. Hetta er greitt brot á skilhaldsreglurnar. Tað er nokk ymiskt, hvussu stóran leiklut næmingarnir hava havt, men avgjørt var at seta sama agatiltak í verk ímóti teimum øllum, sigur rektarin á Glasir, Una Joensen. Sostatt eru prógvini, at leiðslan hevur fingið nakrar fráboðanir og at tey hava tosa við nøkur av hesum, ið vóru til staðar, og at summi av hesum at váttað.

Les eisini...  Morgunferðslan órógvað av næmingum á Glasi

Verjan

Omanfyrinevnda ákæra hevur gjørt, at fleiri at foreldrunum hjá teimum næmingum, ið fingu frátikið rættin til undirvísing í tveir dagar, ætla at kæra hetta til myndugleikarnir. Fleiri av foreldrunum siga – mest sum við ein munn – at tey hava einki haldfast prógv fyri, at børn teirra eru sek í nøkrum av ákærunum. Á Glasir eru vakmyndatól, har lærarar lætt kunnu fylgja við, hvørjir næmingar vóru við til at spjaða og kasta listan útyvir skúlan. Tað er tí neyvan nakað løgið í, at avgerðin hjá leiðsluni á Glasir, fellur summum foreldrum fyri bróstið. – Tað kann aldrin vera rætt, at senda næmingar til hús, uttan at hava kanna málið nærri. At næmingar verða ákærdir og dømdir, uttan at fáa møguleikan at verja seg, sigur ein illur pápi at einum heimsendum næmingi við okkum. Vit spyrja, um ikki ein hoyring var gjørd. – Nei, dóttir mín fekk boð um at pakka hennara ting áðrenn hon møtti upp á skrivstovuni. Hon fekk at vita, at hon skuldi fara til hús og ikki vísa seg á skúlanum í nakrar dagar, leggur illi pápin afturat.

Vit hava sjálvsagt kanna, um hetta veruliga er so. Tað vísir seg, at øll seks foreldur, ið vit hava tosa við, siga tað sama. Næmingarnir, – ið eru fleiri enn 10 í tali – ið vit hava tosa við, halda tað vera atvold til víðari happing.

Vit hava fingið innlit í teldupostsamskifti millum foreldur og leiðsluna á Glasir. Eisini hava vit sæð hoyringsskrivið og teldupostar, har foreldur at næmingunum siga rektaranum á Glasir frá sínari ónøgd. Millum annað síggja vit, at ein spurningur um ógegni verður settur. Umframt tað, halda fleiri foreldur og næmingar, at avgerðin hjá leiðsluni á Glasir, er atvoldin til størri happing, nú heimsendu næmingarnir verða skýrdir at vera happarir, hóast teir, sambært teimum og foreldrum teirra, í nógvum førum eru ósekir. Hetta fara vit at lesa meir um í næsta parti av røðini um reyðar blokkar og rúkandi ill foreldur.

Les eisini...  Aftur tvær spennandi Firmakappingar á FM1 í dag

Vit hava sjálvsagt lagt alt fram fyri rektaranum á Glasir, umframt vararektaranum og stjóranum fyri undirvísingartænastuni, soleiðis at tey eisini kunnu gera sínar viðmerkingar til málið. Glasir hevur svarað so gott sum øllum okkara spurningum. Foreldrini og næmingarnir, ið vit hava tosa við og fingið tilfar frá, ynskja at vera dulnevndir.