Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borussia Dortmund fyllir 114 ár

Felagið við heimsins flestu fjepparum í miðal fyri dystin fyllir 114 ár í dag.

Tann 19. desember 1909 varð Ballspielverein Borussia 09 e. V. Dortmund stovnað á einari ølstovu í býnum Dortmund, sum liggur í týska landspartinum North Rhine-Westphalia. Felagið gjørdist síðani eitt av mest vinnandi týsku feløgunum við átta meistaraheitum og fimm steypasigrum umframt fyrsta týska liðið, sum vann eitt steyp í europeiskum høpi.

Stovnandi limirnir vóru ónøgdir við fyrrverandi felagið, Trinity Youth, sum var stjórnað av einum strangum, katólskum presti í grannalagnum. Tað sigst, at hann royndi at forða fyri stovnanini av nýggja felagnum, men varð vendur í hurðini, har fundurin varð hildin. Allarhelst royndi felagið at slíta øll bond við katólsku kirkjuna og róptu felagið “Borussia” eftir bryggjarínum í grannalagnum.

Glæsiliga tíðarskeiðið hjá Dortmund var í seinnu helvt av 1950-árunum, har felagið vann tvey meistaraheiti á rað í 1956 og 1957. Teir endurtóku bragdið bæði í 1994-95 og 1995-96, og 2010-11 og 2011-12. Felagið vann eisini meistaraheitið í 1963 og 2001-02.

Í kappingarárinum 1965-66 vann felagið Europa Cup fyri steypavinnarar, tá teir vunnu 2-1 á Liverpool eftir longda leiktíð á Hampden Park í Skotlandi. Tað var samstundis fyrstu ferð, at eitt týskt lið vann eina europeiska steypakapping. Síðani hevur felagið eisini vunnið UEFA Champions League í 1996-97 við einum 3-1 sigri á Juventus.