Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sveisari stovnaði FC Barcelona

Í 5 umførum var hann forseti hjá FC Barcelona, og hann fekk nógv av skafti: nýggjan leikvøll, tann fyrsta fulltíðarvenjarin og seks Copa del Rey.

Tann 22. november 1877 var stovnarin, leikarin og forsetin hjá FC Barcelona, Hans-Max Gamper, føddur í Winterthur í Switzerland. Gamper var ein ágrýtin ítróttamaður, sum vaks upp í Zürich, har hann spældi fyri og var við til at seta FC Excelsior og FC Zürich á stovn. Hann spældi eisini fyri FC Basel.

Í 1898 ferðaðist 21 ára gamli sveisarin, Hans Max-Gamper (seinni Joan Gamper), hjá einum familjulimi í Barcelona. Eftir ætlan skuldi hann til Afrika fyri at seta á stovn nøkur sukur handilsfeløg, men hann forelskaði seg í býnum og steðgaði har. Í frítíðini spældi hann fótbólt, og tann 22. oktober 1899 setti hann eina lýsing í bløðini, har hann ynskti at stovna eitt fótbóltsfelag. 12 mans møttu: 11 fyri at spæla fótbólt og ein fyri at vísa sín stuðul og tann 29. november 1899 varð Football Club Barcelona stovnað. Flestu av stovnarunum vóru bretar, men eisini einstakir spaniólar og sveisarar. Sjálvur spældi hann 51 dystir fyri Barça millum 1899 og 1903, og var við til at vinna fyrsta steypið í 1902: Copa Macaya.

Í 1908 gekk kortini heilt illa hjá FC Barcelona. Felagið lá til at fara á húsagang, men so traðkaði Gamper til. Felagið útvegaði sær fastan leikvøll, men besti leikurin hjá Gamper var at geva FC Barcelona eitt týðiligt katalanskt sermerki. Sjálvur lærdi Gamper seg flótandi katalanskt og fekk sær eisini eitt katalanskt fornavn: Joan. Felagið ynskti nýtt klubbmerki í 1910 og uppskotið hjá Carles Comamala vann, har enska tjóðarflaggið varð samantvinnað við katalanska tjóðarflaggið, og forbókstavirnir og ein bóltur saman við klubblitunum hjá FC Basel, sum Joan Gamper hevði spælt við í Sveis. Tað var um sama mundið, at felagið valdi katalanskt sum gerandismál. Tað hevði við sær, at felagið fekk ein størri leiklut í katalanska sjálvstýrisstríðnum í mun til spanska høvuðsstýrið í Madrid.

Les eisini...  Tríggir landsliðsleikarar við sama navni

Bæði Joan Gamper og Carles Comamala vóru sannir málrevar, tí teir høvdu skotið ávikavist 120 mál í 51 dystum og 172 mál í 154 dystum. Harumframt vann Comamala fyrsta Copa del Rey hjá Barcelona í 1910, men fram móti fyrra heimsbardaga trein ein annar málslúkur á fótbóltspallin. Tað var sjálvur stovnarin av FC Barcelona, sveisiski Joan Gamper, sum varnaðist framúrskarandi máltevið hjá Paulino Alcántara, sum spældi við FC Galeno.

Spania fekk fyrstu stýrisskipanarlógina í 1812, men góð hundrað ár seinni broytti FC Barcelona almenna málið frá kastilskum til katalanskt í einari roynd at styrkja samleikan, men eisini at útvega sær fleiri limir, sokallaðir socis. Fólk trokaðu seg inn á lítla leikvøllin, og áskoðaraplássini vóru so avtaglað við fjepparum, at tey sótu eisini uppi á hegninum og múrverkinum – so rumpan vendi út móti vegnum, sum gav Barca fjepparunum eyknevnið “culés” (ella rumpurnar). Felagið mátti hugsa størri og í 1922 hevði felagið fleiri enn 20.000 limir, sum eisini fíggjaðu nýggja leikvøllin, Les Corts. Frá byrjan rúmaði Les Corts 30.000 áskoðarum.

Í 1923 tók herovastin Miguel Primo de Rivera maktina við einum hernaðarkvetti og tað økti bara um spenningarnar millum Katalunia og miðsavnandi stýrið hjá Rivera. Rivera spenti reimina um Katalunia, gav FC Barcelona bøtur eftir tørvi, bannaði katalunska flagginum á leikvøllinum og álegði felagnum at orða almennar kunngerðir á sponskum.

Tvey ár seinni, 14. juni 1925, rakk orrustan hæddirnar í sambandi við ein vinardyst ímóti einum øðrum felagi í Barcelona, Jupiter, á Les Corts, ið hevði til endamáls at útvega pening til Orfeó Català, sum var eitt katalanskt kór fyri áhugamenn stovnað í 1891. Orfeó Català, sum eisini var staðsett í Barcelona, var ein grundarsteinur í katalansku mentanini.

Les eisini...  Drotningin sigur drotningaheitið frá sær

Eitt bretskt hernaðarskip lá við bryggju í Barcelona og venjarin hjá Barça, onglendingurin Ralph Kirby, bjóðaði orkestrinum, sum var umborð ,at spæla undir dystinum og leikvøllurin var kjokkfullur. Orkestrið spældi spanska tjóðsangin – sum fjøldin háðandi køvdi – og tað skapti ein ógvusligan ófrið á áskoðaraplássunum. Tey stívliga 20.000 culés garteraðu, háðaðu og ýldu eitt so hvølt ljóð, at ljómliðið steðgaði við at spæla og í staðin fyri royndu seg við bretska tjóðsanginum “God Save the Queen” – sum fjøldin fagnaði við lógvabrestum á Les Corts.

Rivera herovasti gjørdist frá sær sjálvum og ákærdi Gamper, sum nú sat sum forseti fyri fimtu ferð, fyri at styrkja katalunsku tjóðskaparkensluna, og kravdi beinanvegin, at Les Corts varð stongt í eitt hálvt ár. Tað var eisini uppi og vendi heilt at banna felagnum, men Rivera lat sær lynda við at koyra Gamper í útlegd og samstundis banna honum frá øllum arbeiði í felagnum. Tá liðið ikki slapp at spæla dystir, so mundi Barça nærum farið á húsagang, men varð bjargað av gávum frá trúføstum fjepparum og staðbundna bankanum.

17. desember 1925 lýsti spanska stjórnin sostatt FC Barcelona í bann og Gamper noyddist at leggja frá sær á seinasta sinni eftir fimm stjórnarskeið (1908-09, 1910-13, 1917-19, 1921-23 og 1924-25).

Hendingarnar vóru við til at gróðurseta FC Barcelona í tí katalunsku tilvitskuni og frælsisstríði – eitt stríð, sum byrjaði 500 ár frammanundan, tá stórleikin hjá Katalunia rapaði, og landsluturin varð (Madrid legði Katalunia undir seg) yvirræði. Men hendingarnar vóru eisini við til at oyðileggja stovnara felagsins. Joan Gamper noyddist at rýma frá sínum elskaða Barcelona og kuta bondini av til felagið, sum hann sjálvur stovnaði, og meðan hann var í útlegd í Sveits, byrjaði hansara handilsvirksemi knappliga at ridla.

Les eisini...  Einasti spanski Ballon d'Or vinnarin lagt árarnar inn

Í 1930, árið eftir, at FC Barcelona vann tað fyrsta spanska meistaraheitið, setti deyðans skuggi ein so dapran dám á, at tann 52 ára gamli Gamper beindi fyri sær 30. juli 1930.

Fyri minnast stovnaran setti Barça í 1966 steypið Joan Gamper Trophy at kappast um.