Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gátuføri deyði Matthias Sindelars

Hann stjórnaði eysturríkska Undurverksliðnum, var ein av allarfyrstu altjóða viðurkendu spælskiparum og deyði hansara er framvegis líka gátuførur.

Tann 23. januar 1939 varð 35-ára gamli eysturríkski stjørnuáleyparin, Matthias Sindelar, funnin deyður saman við unnustuni Camilla Castagnola í íbúð hennara í Wien. Hóast almennu frágreiðingarnar sipa til óhepna kolsúrniseitran, so eru tað framvegis fleiri, sum vilja vera við, at talan var antin um morð ella sjálvmorð.

Hann varð eyknevndur Pappírsmaðurin, tí hann var høgur og klænur ella runnin upp í slokk. Sindelar spældi alla yrkistíðina við FK Austria Wien, sum hann skifti til í 1924. Tann kekkiskt ættaði Matěj Šindelář ella Matthias Sindelar spældi fyrsta landsdystin fyri Eysturríki í september 1926, har hann skoraði eitt mál í 2-1 sigrinum á júst Tjekkoslovakia, men orsakað av, at Meisl helt, at Sindelar spældi alt ov nógv í sjálvdrátti, so kom tvístøða teirra millum og Sindelar fekk ikki landsliðsboð í eini tvey ár. Ímeðan hevði Hugo Meisl skapt eitt væl vant, væl skipað, hartarbeiðandi lið, ja, eitt úrvalslið. Nú manglaði bara ein leikari við framúr góðum spælskili; ein, sum kundi fáa allar streingirnar til at spæla saman. Í besta vinarvalsi vórðu mótstøðuliðini dansaði av vøllinum: Eysturríkar vunnu 6-0 og 5-0 ímóti Týsklandi, 8-1 á Sveits, 8-2 á Ungarn og 5-0 ímóti Skotlandi, sum nøkur ár frammanundan á Wembley hevði vunnið 5-1 á Onglandi.

Skjótt gjørdist hann ein fastur partur av Undurverksliðnum, sum vann Central European International Cup í 1932, fekk silvur í OL 1936 og endaði nr. 4 undir HM-endaspælinum í 1934. Samanlagt spældi Sindelar 43 landsdystir og skoraði 27 mál.

Eftir týsku innlimanina av Eysturríki í 1938 noktaði Sindelar at spæla fyri nýggja, sameinda liðið, hóast óteljandi áheitanir frá týska landsliðsvenjaranum, Sepp Herberger. Hóast hann havnaði tilboðnum orsakað av elli, tí hann var hóast alt 35-ára gamalur tá, so hildu fleiri, at tað var eitt tekin um andstygd fyri nazistiska stýrinum. Tá hann so nakrar fáar mánaðir seinni varð funnin deyður, so fingu søgurnar í krókunum bein at ganga á. Summi hildu, at hann gjørdi sjálvmorð fyri at sleppa undan nazistisku jagstranini, meðan onnur hildu, at hann og Castagnola vórðu dripin av nazistunum orsakað av samhuga fyri jødum.

Les eisini...  Miðflokkurin bjóðar til fund og panelfund

Eftir øllum at døma vóru tveir skorsteinar í íbúðini hjá Castagnola í ólagi, so grundin kann hava verið kolsúrniseitran, men í 2005 róði ein vinmaður hjá Sindelar fram undir í einari samrøðu, at tað var ikki rætti samanhangurin. Í 2005 tosaði eitt BBC-filmslið við lívslanga vinmannin hjá Sindelar, Egon Ulbrich, sum tvíhelt um, at myndugleikarnir í Wien vóru mutraðir til at skráseta andlátini undir óhepnar umstøður. Sambært Ulbrich sýtti nazistiska lógarverkið fyri, at offur fyri morði ella sjálvmorði kundu fáa eina hábærsliga jarðarferð, so kunngerðin um deyða Sindelars tryggjaði, at hann kundi jarðast við fullari virðing.